Russar flýggja undan ukrainskum álopum

Russar viðganga nú, at teirra herdeildir hava tikið seg aftur úr stórum pørtum av Kharkiv-regiónini.

Seinasta samdøgrið hevur ukrainski herurin tikið út við 20 bygdir og býir í Kharkiv og Donetsk-regiónunum aftur frá russum.

 

Tað siga ukrainskir generalar í sínari frágreiðing um gongdina, og tað eru fleiri útlendskir miðlar sum endurgeva tíðindini.

 

Millum býirnar, sum russiski herurin er flýddur úr, eru eitt nú Velykyi Burluk og Dvoritsjna í Kharkiv-økinum.

 

Russar viðganga, at teirra herdeildir hava tikið seg aftur úr stórum pørtum av Kharkiv-regiónini, og teir siga, at talan er um eina strategiska "umskiping".

 

Ukrainar hava eisini tikið aftur býin, Izium, sum hevði stóran strategiskan týdning fyri russisku veitingarnar í økinum.

 

##med2##

 

Men, sambært talsmanninum hjá Kreml og russiska forsetanum, Dmitrij Peskov, hevur Russland ongar ætlanir um at enda kríggið móti grannatjóðini.

 

Talsmaðurin endurtekur, at "spesiella" hernaðarátakið, sum russiskir myndugleikar rópa kríggið, fer at halda fram, til upprunaligu málini eru rokkin.

 

Sambært norska kringvarpinum - NRK - sigur Volodymyr Zelenskyj í dag, at ukrainski herurin henda mánaðin hevur tikið 6000 ferkilometrar av hersettum landaøki aftur frá russum.

 

- Vit taka okkum áhaldandi fram, leggur forsetin aftrat í sínari dagligu talu til ukrainska fólkið.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Soleiðis skrivar Dagbladet...

... og soleiðis skrivar Verdens Gang í kvøld.