Russar hava aftur lopið á Odessa

- Bæði undirstøðukervi og umsitingarbygningar við havnalagið eru rakt í álopinum, sigur ukrainski herurin.

Í dag vita útlendskir miðlar at siga, at russar enn einaferð hava lopið á ukrainska havnarbýin, Odessa, við rakettum.

 

Ukrainski herurin sigur, at bæði undirstøðukervi og umsitingarbygningar við havnarlagið eru rakt í álopinum.

 

Sambært ukrainum brúkti Russland X-31 rakettir í álopinum á býin.

 

Russland hevur hert álopini á ukrainska undirstøðukervið og ukrainsku havnirnar við Donau og Svartahavið.

 

Tað er serliga síðan, at Russland tók seg burtur úr sonevndu kornavtaluni, at lopið hevur verið á havnarbýirnar.

 

Kornavtalan hevði við sær, at Ukraina trygt kundi útflyta korn úr nøkrum ukrainskum havnum og úteftir Svartahavinum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag.