Í morgun veit tíðindastovan Reuters at siga, at níggju fólk eru dripin, og seks eru løstað í einum russiskum álopi á Ukraina.
Sagt verður, at talan var um eitt dronuálop í ukrainska býnum, Marhanets.
Tað er guvernørurin í Dnipropetrovsk-regiónini, ið ber hesi tíðindi í morgun, sum Reuters endurgevur.
Sambært guvernørinum varð tað ein bussur við arbeiðsfólki, sum vóru á veg til arbeiðis, ið varð raktur í russiska dronuálopinum.