Fólk í tíggjutúsundatali vóru í gjár í gøtunum í russiska høvuðsstaðnum Moskva og mótmæltu Vladimir Putin, forseta. Hetta var tað fyrsta mótmælistiltakið, síðani Putin tók við forsetaembætinum í mai.
Myndugleikarnir royndu at avmarka hugin hjá fólki at taka lut í mótmælunum. Millum annað samtykti tingið í síðstu viku, at fólk, sum taka lut í ólógligum mótmælistiltøkum, kunnu fáa nógv størri bót enn higartil, og løgreglan hevði givið fleiri andstøðuleiðarum boð um at møta, júst tá mótmælistiltakið byrjaði í gjár.
Andstøðutalsmenn siga, at umleið 120.000 fólk vóru við í mótmælistiltakinum í Moskva í gjár. Løgreglan sigur, at tey vóru umleið 20.000 í tali.