Gíslatøkan í Moskva
Árni Joensen:
Amerikanska sendistovan í Moskva upplýsti í gjár, at kanningar hjá sendistovulæknunum hava víst, at opium var í gassinum, sum russar nýttu, tá teir lupu á kekensku gíslarænararnar í Dubrovka-leikhúsinum í Moskva.
Ein talsmaður hjá amerikansku sendistovuni segði við eitt blað í Moskva í gjár, at talan var ikki um nervagass, sum summi hava hildið, men um eitt slag av gassi, har opium var uppií.
Sambært russiska blaðnum samsvarar hetta væl við tær upplýsingarnar, sum blaðið sjálvt hevði fingið fatur á. Blaðið segði seg hava fingið at vita, at tey, sum tóku ímóti gíslunum, høvdu fingið boð um at geva teimum heilivágin Naloxone, sum verður nýtt, tá fólk hava tikið ov nógv morfin og heroin.