Russar siga seg hava steðgað ukrainskum álopi

- Ukrainski herurin rakk ikki sínum málum við álopinum, siga tey í russiska verjumálaráðnum.

 

Russiska verjumálaráðið sigur, at teirra herdeildir hava steðgað einum ukrainskum stórálopi í Donetsk-regiónini.

 

Í einari útsøgn, sum tíðindastovan Reuters endurgevur, verður sagt, at málið hjá ukrainsku herdeildunum var at bróta ígjøgnum russiskar verjuskansar.

 

- Men, ukrainski herurin rakk ikki sínum málum, siga tey í russiska verjumálaráðnum.

 

Russar vilja vera við, at teir í ukrainska álopinum beindu fyri 250 hermonnum, 16 stríðsvognum, 21 panseraðum akførum og øðrum hernaðarakførum. 

 

Sagt verður eisini, at russiski verjuovastin, Valerij Gerasimov, sum er maðurin á myndini omanfyri, var í økinum, har ukrainski herurin leyp á.

 

Tíðindastovan Reuters, sum endurgevur russiskar tíðindamiðlar, leggur dent á, at tíðindini eru ikki váttað av óheftum keldum.