Borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, Vitalij Klitschko, sigur, at høvuðsstaður landsins aftur er fyri russiskum álopum í nátt.
Sambært Reuters sigur hann á Telegram, at ukrainskar loftverjuskipanir hava skotið fleiri lutir niður úr loftrúminum yvir Kyiv.
Tíðindastovan veit at siga, at í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív í Kyiv, og trý onnur eru vorðin løstað í russisku álopunum.
Vitalij Klitschko sigur, at í minsta lagi 20 dronur eru skotnar móti høvuðsstaðnum í nátt, og fleiri dronur eru á veg móti Kyiv.