Russar við á fund um Sýrialand

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, hevur játtað at taka lut í einari altjóða ráðstevnu í Genéve um viðurskiftini í Sýrialandi. Tað segði russiski ST-sendiharrin, Vitali Churkin, í dag.

Tað er fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan, sum stendur fyri ráðstevnuni, og har ætlar hann at gera eina roynd at fáa stórveldini í ST-trygdarráðnum at semjast um eitt valdsskifti í Sýrialandi.

Vitali Churkin segði, at støðan í Sýrialandi er ring, og at tað er neyðugt, at menn seta seg niður at finna eina loysn. Hann legði afturat, at Russland hevur góðar vónir um, at okkurt fer at spyrjast burtur úr ráðstevnuni í Genéve.

USA, Bretland, Frakland, Kina og Russland eru fastir limir í ST-trygdarráðnum, men enn er ikki greitt, um øll londini fara at senda umboð til Genéve.