Russiskar kvinnur krevja hermenn heim

MOSKVA: Ein bólkur av russiskum kvinnum finnast nú harðliga at russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum tær leggja undir at fjala sannleikan um, hvussu tað gongur á hermótinum í Ukraina.

 

Teir lyfta ein posa við líkinum av einum deyðum russiskum hermanni upp í tokið, sum skal flyta líkið úr Ukraina heim til Russlands

Tað ger hann fyri at vera afturvaldur á tí vali, sum væntandi verður næsta ár, halda tær. Kvinnurnar eru giftar við hermonnum, sum eru sendir í kríggj í grannalandinum.

Í einum uppslag á boðtænastuni Telegram heita tær á Putin um at senda menninar heim.

– Vit tiga ikki fyrr enn menn okkara eru heima aftur í tryggleika (fyri ævir, tí vit eru ikki áhugaðar í útskifting), siga tær í brævinum, sum tær hava lagt í bólkin, sum eitur Vegurin Heim á Telegram.

/ritzau/dpa

 

 

Teir lyfta ein posa við líkinum av einum deyðum russiskum hermanni upp í tokið, sum skal flyta líkið úr Ukraina heim til Russlands