Russiski herurin tekur seg inn í Kharkiv-regiónina

- Tað var klokkan 05 í morgun, at fíggindin gjørdi eina roynd at bróta ígjøgnum okkara verjuskansar við panseraðum akførum, sigur ukrainska verjumálaráðið

Russiskar herdeildir hava tikið seg umleið ein kilometur inn í Kharkiv-regiónina heilt har eysturi í Ukraina. 

 

Tað vita ukrainskar hernaðarkeldur at siga í dag, og lagt verður aftrat, at talan er um leiðina nærindis ukrainska býnum, Vovchansk.

 

Fara vit aftur til fyrstu tvær vikurnar eftir russisku innrásina í Ukraina, vóru russisku herdeildirnar tá nærindis stórbýnum, Kharkiv.

 

Russisku herdeildirnar vóru eisini beint uttan fyri høvuðsstað landsins, Kyiv. Men, øll tey álopini vórðu rikin aftur av ukrainsku herdeildunum.

 

Markið og soleiðis eisini hermótið millum Ukraina og Russland er umleið 1000 kilometrar langt, so hetta er eitt rættiliga langt hermót.

 

Ukrainska verjumálaráðið sigur, at russisku herdeildirnar á leiðini royna at koma sær inn í Kharkiv-regiónina av nýggjum.

 

- Tað var klokkan 05 í morgun, at fíggindin gjørdi eina roynd at bróta ígjøgnum okkara verjuskansar við panseraðum akførum.

 

##med2##

 

Í ukrainska verjumálaráðnum siga tey, at russisku deildirnar fyribils eru steðgaðar, men bardagarnir halda fram. 

 

Lagt verður aftrat, at ukrainar nú eru í ferð við at styrka seg á hermótinum á Kharkiv-leiðini.

 

Tað eru tíðindamiðlarnir, Dagbladet og NTB, sum bera hesi tíðindi úr Ukraina um middagsleitið í dag.

 

 

 

 

 

Kortið vísir, hvar Kharkiv-regiónin í Ukraina liggur, tætt upp at markinum til Russlands.