Hugsaðu ikki um at tað er heiligdagur í dag

Í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at menn vóru til arbeiðis á einum byggiplássi í Havn, tó at tað er 2. hvítusunnudagur í dag.

 

Eftir at hava fingið eina fráboðan í morgun um, at arbeitt varð á einum byggiplássi í Havn, fór løgreglan á staðið at tosa við arbeiðsformannin.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at arbeiðsmenninir høvdu gloymt, at tað ikki bara er mánadagur í dag, men eisini 2. hvítusunnudagur.

 

2. hvítusunnudagur er heiligdagur, og tá er halgidagslógin galdandi.

 

- Arbeiðsformaðurin umbar seg og segði, at teir høvdu gloymt, at tað er heiligdagur í dag, og teir góvust beinanvegin at arbeiða, visti løgreglan at siga í morgun.