Russiski sendiharrin í Póllandi, Sergej Andrejev, fekk reyða máling í andlitið undir eini minningarløtu í Warszawa í dag. - Foto: Maciek Luczniewski/Ritzau Scanpix

Russiski sendiharrin fekk reyða máling í andlitið

Sergej Andrejev, russiskur sendiharri í Póllandi fekk í dag reyða máling í høvdið á einum einum kirkjugarði

 

Russiski sendiharrin í Póllandi, Sergej Andrejev, fekk reyða máling í andlitið undir eini minningarløtu í Warszawa í dag. - Foto: Maciek Luczniewski/Ritzau Scanpix

Russiski sendiharrin í Póllandi varð í dag oystur undir í reyðari málinum undir eini minnishátíð fyri endan av seinna heimsbardaga.

Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Sendiharrin, Sergej Andrejev, var á veg at leggja blómur á ein kirkjugarð í Warszava, tá mótmælisfólk oystu hann undir í máling.

Tað upplýsir talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, í einum uppslag á samskiftistænastuni Telegram.

– Í Warszawa varð álop framt á russiska sendiharran í Póllandi, Sergej Andrejev, og russisku sendifólkini, sum vóru saman við honum, tá hann var við at leggja ein krans á kirkjugarðin fyri sovjetiskar hermenn.

 

##med2##

– Nýnazista-viðhaldsfólk hava aftur víst sanna andlit sítt, sigur hon.

Russland heldur uppá, at tey stríðast ímóti nýnazistum í Ukraina.

Seinni í dag bendi okkurt á, at tað var ein journalistur og aktivistur úr Ukraina, sum framdi atsóknina ímóti russiska sendiharranum í Póllandi.

Tað skrivar netmiðilin polennu.dk.

– Í dag brutu vit av hátíðarhaldið við at leggja krans við standmyndina fyri sovjetiskar hermenn, skrivar journalisturin; Iryna Zemliana, á sosialum miðlum.

– Teir gingu lotir burtur, meðan fyri róptu »fasistar« eftir teimum. Vit lótu teir ikki leggja blómur, skrivar hon sambært danska netmiðlinum.

Ein video av hendingini á Twitter vísir, hvussu mótmælisfólk kastaðu við reyðari málin móti sendiharranum. Hann verður at enda raktur við nógvari máling, sum fjalir høgru síðu av andlitinum.

Eisini kona sendiharrans og nakrir diplomatar vórðu raktir av málingini.

Sendiharrin Sergej Andrejev sigur við russisku tíðindastovuna Ria Novosti, at hann ikki fekk skaða av hendingini.

Pólland hevur tikið ímóti fleiri hundraðtúsund flóttafólkum úr grannalandinum Ukraina, síðani Russland legði á Ukraina 24. februar.

/ritzau/AFP

 

##med3##


 

 

Russiski sendiharrin í Póllandi, Sergej Andrejev, fekk reyða máling í andlitið undir eini minningarløtu í Warszawa í dag. - Foto: Maciek Luczniewski/Ritzau Scanpix