»Nazisman var ein parantes.«
Mong hvukku við, tá ein løgtingsmaður herfyri fekk seg at siga soleiðis í einum hørðum orðadrátti í Løgtinginum. Kanska var kjakið, sum stóðst av útsøgnini, eitt fyrivarni um, hvat vit kunnu vænta okkum, tá kanningin eystanfyri av Føroyum undir kalda krígnum sær dagsins ljós.
Kanningini stendur danski søguprofessarin Bent Jensen fyri, og orsøkin til óhepnu lýsingina hjá løgtingsmanninum av nazismuni er seinasta bókin hjá professaranum, ið nevnist »Gulag og glemsel«.
Bókin, sum er úrslitið av granskingini hjá Bent Jensen gjøgnum nógv ár, umrøður russiska sorgarleikin og vestur-lendsku gloymskuna í 20. øld. Við støði í nýggjum tilfari, sum Bent Jensen hevur gravað fram eftir drúgvar skjalarannsóknir í russiskum skjalagoymslum, skjalprógvar hann, hvussu avgerðir um fólkamorð vórðu tiknar og førdar út í lívið undir kommunismuni, og hvørjar avleiðingar tær fingu fyri milliónir av ósekum fólkum.
Longu undir kollveltingini byrjaði ein útreinsing, sum hevði til endamáls at gera marxistisku utopiina til veruleika. Úrslitið bleiv tað størsta evropeiska fólkamorðið í 20. øld, sum fær onnur ræðustýri at blikna afturímóti.
Milliónir í skugganum
Enn tann dag í dag stendur kommunistiska fólkamorðið í skugganum á nazismuni, hóast tey bæði stýrini vóru ræðandi eins í tanka-gongd, samskipan og atferð.
Bent Jensen telur upp og kemur til, at millum 23 og 30 milliónir fólk lótu lív undir Sovjet-kommunismuni. Sostatt leggur hann seg miðskeiðis ímillum teir mest svartskygdu granskararnar, ið halda uppá, at upp í 40 milliónir fólk vórðu myrd, og teir sokallaðu revisjonistarnar, sum eru niðri á nógv lægri tølum.
Eru granskarar ósamdir um tølini, eru teir kortini samdir um í dag, at talan var um ein miðvísan politikk at týna lív, sum byrjaði frá fyrstu døgunum hjá Lenin og øðrum kammeratum, tá hungursneyðin tilvitað varð løgd til rættis, og fólk í hópatali vórðu myrd.
Tann góði heimurin
Bókin er óhugnaligur lesnaður, og Bent Jensen dylur ikki, hvar hann sjálvur stendur. Nógv hava hildið, at útreinsingin ikki tók dik á seg, fyrr enn Stalin kom til, men bókin vísir, at Lenin eitt nú beinleiðis gav ordrar til at drepa kulakkarnar, ið royndu at muta ímóti harðligu framferðini hjá bolsjevikkunum.
Farið verður upp í gjøgnum søguna, har drápini av bóndum, hungursneyð, fanga- og arbeiðslegur og avrættingar kravdu síni offur. Men hvussu lat alt hetta seg gera? Tað var sjálv tankagongdin aftanfyri, svarar Bent Jensen. Ein grundleggjandi fatan, at tað finnast góð og ring menniskju. Trúgvin uppá, at tað bar til at draga himmalin niður á jørðina. At tað bar til at fáa ein góðan heim uttan óndar verur. Tankin var at uppbyggja sosialismuna, og tí máttu allar kapitalistiskar og borgarligar forðingar útruddast um alt hermótið.
Alt skuldi vera nýtt, ungt, modernað og reint ? bæði menniskju, verksmiðjur, landbúnaður og stovnar. Tað skitna og taktiska politiska spælið, tann demokratiska parlamentarisman, skuldi avloysast av einum stýri fyri tey reinu í hjartanum.
Fyri at hetta skuldi lata seg gera, skuldu ómenniskjuni fáast burtur. Í so máta var lítil munur millum kommunismuna og nationalsosialismuna í praksis. Jørðin var dálkað av skitnum smittuberarum og samfelagsbólkum, sum máttu týnast fyri at fáa ein betri heim. Og ætlanin var at fáa kollveltingina út til allan heimin.
Hitler, Himmler, Lenin og Stalin vóru yvirgartnarar í mannaurtagarðinum, sum var fongdur við ókrúti, sigur Bent Jensen.
Bøðlanna heppikór
Í vesturheiminum vóru nógv, sum hildu væl standa til í Russlandi, hóast tey vóru væl kunnað. Propaganda, var aftursvarið, tí nógv vildu trúgva upp á ein góðan og rættvísan heim.
Tað var lagnutungt, heldur Bent Jensen, at so nógv í vesturheiminum ikki sóu russiska veruleikan í eyguni. Og tað hevur verið nívandi, at so nógv hava hildið, at royndirnar at gera hugsjónirnar hjá Marx til veruleika hava verið meira áhugaverdar enn milliónirnar av mannalívum, sum tær kostaðu.
Lenin vildi í 1917 reinsa Russland fyri dálkað menniskju, og hann kom væl áleiðis, áðrenn hann doyði í 1924. Stalin helt fram og útbygdi hetta stórbæra og niðurbrótandi reinsiverkið, sum í 1930-árunum meiðslaði Russland. Og í 1953, umleið 35 ár eftir kollveltingina, legði Stalin upp til enn eina útreinsing av øllum jødunum í Sovjetsamveldinum.
Alt hetta kundi bara henda, um fólk vóru býtt upp í bólkar. Og hóptýningin av dálkaðum fólkum varð stuðlað av donskum og øðrum heppikórum av intellektuellum í vesturheiminum, sigur Bent Jensen.
Eftir føroyskum skjølum
Hvat hevur hendan tankagongdin hjá Bent Jensen við okkum at gera, kunnu vit so spyrja. Jú, sami maðurin er settur at kanna støðu Føroya í kalda krígnum eystanfyri.
Í Føroyum vóru eisini fólk, sum heilhjartað stuðlaðu kommunismuni. Og sambært Bent vóru hesi eins samsek og tey samhugaðu hjá nasistunum undir øðrum heimsbardaga.
Óvist er, um nøvn verða nevnd, tá hann hevur grópað seg lidnan eftir skjølum við føroyskum innihaldi. Men Jyllands-Posten hevur longu gjørt sær ta niðurstøðuna. Tann 7. november 2002 var yvirskriftin í blaðnum: »Færøsk venstrefløj under lup«. Í greinini verður eisini sagt, at kanningin hjá Bent Jensen hevur til endamáls at »afdække, hvem på Færøerne der gik Warszawapagtens ærinde«. Við øðrum orðum: Hvørji vóru í føroyska heppikórinum? Skjalarannsóknin eystanfyri av kalda krígnum kann geva eitt heitt føroyskt vár.
????????????
FAKTA
Deyðsoffur fyri kommunismuni í Sovjet
1.Borgarakríggið 1918-1922: 12-17 milliónir.
2.Av-kulakisering (dráp av sjálvognarbóndum) 1930-1933: 0,5-06 millónir.
3.Hungursoffur 1932-1933: 6,7 milliónir
4.Gulag-offur 1930-1953: 4-5 milliónir offur av teimum uml. 20 milliónunum, sum sótu í legum.
5.Avrættað við skoti: 1-1,5 milliónir offur.