Eitt russiskt rakettálop á Kiev í dag drap minst ein persón og skaddi fleiri bygningar í ukrainska høvuðsstaðnum.
Tað siga borgarstjórin í Kiev, Vitali Klitschko, og leiðarin fyri hernaðarfyrisitingina í Kiev, Serhiy Popko, sambært Reuters.
Umframt tey deyðu fingu 11 fólk skaða.
Fimm av teimum eru flutt á sjúkrahús.
Sambært uttanríkisráðharranum í Portugal varð sendistovan hjá landinum í Kiev rakt av álopinum. Umboðsstovurnar hjá Albania, Argentina og Montenegro vóru eisini raktar.
Tey halda til í sama bygningi sum portugisiska sendistovan.
- Tað hevur verið eitt ógvusligt russiskt álop á Kiev, og ein av spreingingunum gjørdi skaða á diplomatiska útgerð hjá fleiri londum, sigur uttanríkisráðharrin í Portugal, Paulo Rangel.
Sambært leiðaranum fyri hernaðarfyrisitingina í Kiev varð høvuðsstaðurin álopin við átta rakettum. Harímillum hypersoniskum Kinzhal-rakettum og ballistiskum rakettum av slagnum Iskander/KN-23.
Ukrainska flogverjan megnaði eftir øllum at døma at skjóta fimm Iskander-rakettir niður undir álopinum.
Russiska verjumálaráðið sigur, at herurin hevur rakt eina skipanarmiðstøð, sum hoyrir til ukrainsku fregnartænastuna SBU.
Ráðið sigur, at skipanarmiðstøðin hevur verið brúkt í sambandi við menning av rakettum og amerikansku loftverjuskipanini Patriot.
- Endamálið við okkara álopi er rokkið. Øll mál eru rakt, skrivar russiska verjumálaráðið í eini fráboðan.
Reuters hevur ikki kunnað váttað upplýsingarnar um álopið frá óheftum keldum.
/Ritzau/