Russiskt settur leiðari í Kherson er deyður

Greitt verður ikki nærri frá tí, sum hendi, tá varaguvernørurin, sum Russland hevur sett í Kherson, læt lív.

Varaguvernørurin, sum Russland hevur sett í Kherson-regiónini, Kirill Stremousov, er deyður.

Í dag vita ríkisriknir tíðindamiðlar í Russlandi at siga, at varaguvernørurin, sum Russland hevur sett í Kherson-regiónini, Kirill Stremousov, er deyður.

 

Hetta er ein maður, vit hava hoyrt um fleiri ferðir í samband við russisku innrásina í Ukraina. Sagt verður, at maðurin er deyður í einum bilsamanstoyti í dag.

 

Reuters endurgevur russiskar tíðindamiðlar um hendingina, og tíðindastovan Tass endurgevur eisini umsitingina í Kherson, sum staðfestir, at leiðarin er deyður.

 

Russiska ávísin,  Izvestija, ber eisini tíðindini, og her verður sagt, at vanlukkan, sum Kirill Stremousov gjørdist partur av, hendi nær Genitsjesk í Kherson.

 

Greitt verður ikki nærri frá tí, sum hendi, tá varaguvernørurin, sum Russland hevur sett í Kherson, og sum vit hava hoyrt nógv um í samband við kríggið, læt lív.

 

 

 

 

 

Varaguvernørurin, sum Russland hevur sett í Kherson-regiónini, Kirill Stremousov, er deyður.