Russland breyt vápnahvíldina 2299 ferðir

Í russiska verjumálaráðnum siga tey, at ukrainski herurin hevur brotið vápnahvíldina

Ukrainski herurin sigur í morgun, at Russland hevur brotið vápnahvíldaravtaluna 2299 ferðir síðan leygardagin.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Á hinari síðuni siga tey í russiska verjumálaráðnum, at ukrainski herurin hevur brotið vápnahvíldina.

 

Sambært russiskum miðlum hava fleiri sivilfólk, har ímillum børn, fingið løstir í ukrainskum dronuálopi í russisku Kursk-regiónini.

Tað var klokkan 16 leygardagin, at londini lýstu eina 32-tímar langa vápnahvíld í krígnum .

 

Hetta var í samband við ortodoksu páskahátíðina í báðum londunum.