Russland: Evropisk upp­skot økja ikki um møgu­leik­ar­nar fyri friði í Ukraina

Ráðgevin hjá Putin er sannførdur um, at uppskotini hjá Evropa ikki skapa betri møguleikar fyri varandi friði.

Fundir eru um vikuskiftið millum umboð fyri USA, Russland, Ukraina og Evropa í amerikanska býnum Miami. Endamálið er at umrøða eina friðaravtalu fyri Ukraina. Sambært ráðgevanum hjá Putin, Yuri Ushakov, hava evropisku uppskotini ikki økt um møguleikarnar. (Savnsmynd). - Mynd: Alexander Kazakov/Ritzau Scanpix

Evropisk og ukrainsk broytingaruppskot hava ikki bøtt um møguleikarnar fyri friðaravtalu fyri kríggið í Ukraina.

Tað sigur Jurij Usjakov, ráðgevi hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sambært Reuters.

– Eg eri sannførdur um, at uppskotini, sum evropear og ukrainar leggja fram, ikki fara at betra um skjalið og at tað ikki fer at betra um møguleikarnar fyri at fáa varandi frið, sambært stovninum.

Russiski sendimaðurin, Kirill Dmitriev, kom leygardagin til Miami í USA, har hann hitti amerikanska sendimannin Steve Witkoff og versonin hjá Donald Trump forseta, Jared Kushner.

Endamálið er at umrøða eina møguliga loysn á krígnum í Ukraina.

Stríðið í Ukraina fer skjótt at hava vart í fýra ár, eftir at Russland herjaði á landið aftur í februar 2022.

Kirill Dmitriev segði leygardagin eftir fundin, at tað hevði verið uppbyggjandi, og at tey hittast aftur sunnudagin.

Umboð fyri Ukraina og Evropa eru eisini í Miami í Florida.

Tað er heldur óvist, hvørjar broytingar evropiska síðan hevur lagt upp til upprunaliga uppskotið frá USA um avtalu.

Leygardagin segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at USA hevði lagt upp til beinleiðis samráðingar millum umboð fyri Russland og Ukraina, skrivar AFP.

Um so er, so hevði tað verið tað fyrsta av sínum slag síðani í mai, tá partarnir hittust í Istanbul, uttan at nøkur ítøkilig úrslit komu burturúr.

Á einum komandi fundi verður eisini amerikanska luttøka, sigur Zelenskyj.

Sambært tíðindastovuni noktaði ráðgevin hjá Putin fyri russiskum miðlum sunnudagin, at slíkur fundur var í umbúna.

– Sum støðan er nú, hevur tiltakið ikki verið av álvara umrøtt. Av tí eg veit, so er tað heldur ikki fyrireikað, sigur Yuri Ushakov.

 

/Ritzau/

 

Fundir eru um vikuskiftið millum umboð fyri USA, Russland, Ukraina og Evropa í amerikanska býnum Miami. Endamálið er at umrøða eina friðaravtalu fyri Ukraina. Sambært ráðgevanum hjá Putin, Yuri Ushakov, hava evropisku uppskotini ikki økt um møguleikarnar. (Savnsmynd). - Mynd: Alexander Kazakov/Ritzau Scanpix