Skuldsetingarnar úr Vesturheiminum í sambandi við deyða Aleksej Navalnyj kunnu ikki »góðtakast«, men fráboðanir úr USA og Evropa fara ikki at skaða forseta Russlands, Vladimir Putin.
Tað sigur talsmaðurin í Kreml, Dmitrij Peskov, í dag sambært Reuters.
– Vit kunnu als ikki góðtaka, at tey koma við slíkum ótolandi úttalilsum – fyri at siga tað bart út, sigur Peskov.
– Hesi úttalilsi kunnu sjálandi ikki skaða ríkisleiðara okkara.
Millum annað hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, staðfest, at Putin hevur ábyrgdina av deyða Navalnyjs. Tað gjørdi Biden longu fáar tímar eftir, at tað varð almannakunngjørt, at russiski andstøðupolitikarin varð deyður.
Peskov sigur sammbært tíðindastovuni AFP, at úttalilsini um deyða Navalnyjs eru »grov«.
Sambært talsmanninum fyri Kreml halda kanningarnar fram av deyðsorsøkini. Tað er altso enn ikki staðfest, hví Navalnyj doyði.
Upp á spurningin um, hvussu Putin reageraði upp á tíðindini um deyða Navalnyjs, svaraði Peskov:
– Eg havi einki at leggja afturat.
/ritzau/
Dmitrij Peskov er talsmaður fyri Kreml. Hann sigur ákærurnar um, hvør hevur ábyrgdina av deyða Navalnyjs vera grovar. (Arkivfoto). - Foto: Pool/Reuters