Russland hóttir við at steingja Twitter

Twitter hevur ábyrgdina av ólógligum eggjanum at mótmæla stjórnini, siga russiskir myndugleikar.

Russland lækkar ferðina hjá Twitter. Tað verður gjørt, tí sosiali miðilin ikki hevur tikið burtur ólógligt innihald, upplýsa myndugleikarnir.

Um felagið handan Twitter ikki ger eftir boðunum, so verður miðili blokkeraður, verður sagt.

Tað skerpir stríðið, sum frammanundan er millum Russland og amerikonsk tøknifeløg.

Sambært Russlandi er tað Twitter, sum stendur aftan fyri ólógligar áheitanir til børn um at taka lut í mótmælunum ímóti stjórnini í Moskva.

Twitter hevur ikki enn svarað russiska stignum.

Russland hevur higartil verið meira afturhaldandi enn Kina við at kontrollera og blanda seg í, hvat verður lagt á sosialar miðlar.

Men innanríkispolitiskt eru stig tikin í Russlandi. Millum annað við fongslingini av kendasta andstøðupolitikaranum, Aleksej Navalnyj.

Hann var í fjør eitraður í Sibiria við nervaeitrinum novitjok. Eitt álop, sum ein loynilig russisk tænasta er skuldsett fyri at hava framt.

Roskomnadzor, russiska ráðið fyri samskifti, skrivar, at tað higartil eru funnin yvir 3.000 uppsløg á Twitter, su hava ólógligt innihald. Og at tey í fleiri ár hava biðið um at fáa hetta strikað – uttan úrslit.

– Niðursetta ferðin hjá Twitter fer at fevna um 100 prosent av fartelefonum og 50 prosent á øðrum tólum, verður sagt.

»Um Twitter framhaldandi ikki fer at svara lógarinnar krvøum, so halda vit fram«, til Twitter verður stongt, verður sagt víðari.

/ritzau/Reuters