Russland hóttir nú vesturheimin við álvarsligum avleiðingum, um russiskar ognir og virðir í USA verða tikin.
Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga.
Eftir at Russland leyp á Ukraina í februar fyri tveimum árum síðan, hava USA og tess sameindu fryst russisk virði fyri umleið 300 milliardir dollarar.
Nú vilja amerikanskir toppolitikarar leggja hald á hesar ognir og geva tær til Ukraina.
Í gjár fekk Biden-umsitingin grønt ljós frá umboðsmannatinginum til hesar ætlanir.
Hetta er ikki fallið í góða jørð í Russlandi, sum nú ávarar vesturheimin við endaleysum løgfrøðisligum avleiðingum.
Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sigur, at Russland ongantíð fer at geva frá sær ukrainskt øki fyri russisk virðir í USA.
Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, sigur, at tað framvegis er nógvur kapitalur úr vesturheiminum í Russlandi.
- Nú kunnu hesi virðir gerast eitt mál, um USA ger álvara av at leggja hald á russiskar ognir, leggur Dmitrij Peskov aftrat.