Sambært útlendskum miðlum leyp Russland í morgun á fimm jarnbreytarstøðir í Ukraina, og sagt verður, at fimm fólk lótu lív, og at 18 eru særd í álopunum.
Seinastu tíðina hava fleiri vesturlendskir leiðarar vitjað í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv og sagt verður, at teir flestu eru komnir við toki.
Teir seinastu, sum vitjaðu, vóru amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken og amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austins, og teir komu eftir hvat skilst eisini við toki. Men, ferðin hjá ráðharrunum báðum fór fram í loyndum, tó at tað frættist í gjárkvøldið, at teir vóru í Kyiv, har teir høvdu samrøður við ukrainska forsetan.
Í morgun vóru teir báðir aftur í Póllandi, har teir høvdu tíðindafund um vitjanina í Kyiv.
Jarnbreytarstjórin, Oleksandr Kamysjin, visti tíðliga í morgun at siga, at russisku álopini á jarnbreytarstøðir vóru samskipað og vórðu øll framd eftir einum tíma, ávikavist har vesturi í landinum og miðskeiðis í Ukraina.
Enn er ikki full greiða fingin á, hvussu støðan er eftir álopini, og tað er heldur ikki vist, at tey fimm, sum higartil eru skrásett at vera deyð í álopunum, eru tey einastu, sum lótu lív.
Tíðindastovan AP veit frá guvernørinum í Lviv-fylkinum, Maksym Kozytsky, at siga, at ein av jarnbreytarstøðunum, sum varð rakt, liggur í Krasne, einar 40 kilometrar eystan fyri býin, Lviv, og her kom eldur í støðina.
Álopini hava elvt til seinkingar í tokferðsluni, og í minsta lagi 16 ferðafólkatok eru seinkað.
Russland hevur áður lopiða jarnbreytarstøðin í Ukraina. Jarnbreytarnetið er ógvuliga týdningarmikið fyri flutning av hernaðarútgerð til hermótið og fyri flóttafólk, sum flýggja vestureftir.
Í byrjanini av apríl vórðu í minsta lagi 50 fólk dripin í einum álopi á jarnbreytarstøðina í býnum, Kramatorsk, har eysturi í Ukraina, veit tíðindastovan NTB at siga.