Russland tekur seg úr Barentsráðnum

- Undir núverandi viðurskiftum sær Russland seg tvungið til at taka seg aftur, sigur russiska uttanríkisráðið.

 

Eftir 30 árum meldar Russland seg nú úr Barentsráðnum. Tað sigur russiska uttanríkisráðið í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.

 

Í mars í 2023 tók Noreg við leiðsluni í ráðnum, sum Russland hevði havt. Eftir at Russland leyp á Ukraina, varð alt alment virksemi í ráðnum sett í bíðistøðu.

 

- Undir núverandi viðurskiftum sær Russland seg tvungið til at taka seg úr ráðnum, sigur russiska uttanríkisráðið í tíðindaskrivinum.

 

Formansskapurin í ráðnum skiftir millum nøkur av limalondunum, og Russland eigur formansskapin annaðhvørt ár.

 

Russiska uttanríksráðið sigur, at Finnland, sum hevur leiðsluna fram til næsta fund hin 24. oktober, vil ikki lata formansskapin frá sær til Russland.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Soleiðis rættaði Dagbladet sína grein í dag, og tískil er henda greinin rættað samsvarandi.