Á altjóða flogframsýningini, sum hevur verið í Russlandi teir seinastu dagarnar, hava russar víst, at teir hava ment eitt hernaðarflogfar, sum er ført fyri at kappast við tey mest nútímans flogførini hjá amerikanarunum. Higartil hava tey mest framkomnu amerikonsku stríðsflogførini verið at kalla einsamøll á marknaðinum , men tað er væl kent, at russar hava arbeitt við at menna flogfør, sum kunnu taka kappingina upp við tey amerikonsku.
Millum áskoðararnar á framsýningini vóru Vladimir Putin, forsætisráðharri, og Alexander Zelin, sum er generalur í russiska flogvápninum.
Samstundis sum russar menna síni stríðsflogfør, hava tíðindi gingið um, at Kina er í ferð við at menna eitt sera framkomið stríðsflogfar. Vesturlendskir hernaðarserfrøðingar siga, at tað nýggja kinesiska flogfarið líkist sera nógv einum flogfari, sum russar arbeiddu við, men sum ongantíð varð gjørt liðugt. Tað hevur fingið summar eygleiðarar at gita, at eitt ávíst samstarv er millum Russland og Kina á hesum økinum.
Eygleiðararnir siga, at tað verður trupult hjá amerikanarunum at fylgja við kappingini millum Russland og Kina, tí fíggjarætlanin hjá amerikonsku verjuni er minkað munandi.