Russland seldi nógv minni av gassi

- Russiski útflutningurin av gassi minkaði við 45,5 prosentum í 2022, veit tíðindastovan AFP at siga.

 

Russiski útflutningurin av gassi til Evropa hevur ongantíð verið minni enn í 2022, síðan gamla Sovjetsamveldið varð upployst.

 

Tíðindastovan AFP veit at siga, at útflutningurin í 2022 minkaði við heili 45,5 prosentum.

 

Sambært Gazprom, sum er russiska gassfelagið, útflutti felagið 100,9 miljardir rúmmetrar av gassi í fjør í mun til 185,1 rúmmetrar í 2021.

 

Stóra minkingin í útflutninginum hevur sína orsøk í krígnum í Ukraina, tá Evropa minkaði um innflutningin av russiskum gassi.

 

Eftir at Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár, eru prísirnir á gassi nógv øktir, samstundis sum nógv minni av russiskum gassi verður selt í Evropa.

 

Bloomberg veit at siga, at nú ein tíð er frá liðin, eru prísirnir á gassi aftur komnir niður aftur á eitt støði, sum er tað lægsta síðan innrásina hin 24. februar í fjør.