Russland sigur seg einki hava við dronurnar at gera

Tað sigur eitt umboð fyri Kreml í dag

 

 

 

 

 

Eitt talsfólk fyri Kreml sigur, at Russland eigur ongan lut í dronunum, sum mánakvøldið vórðu sæddar yvir Kastrup Lufthavn.

 

Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga fyrrapartin, men í greinastubbanum verður eingin navngivin russisk kelda uppgivin.

 

Keldan er sambært AFP-tíðindastovuni, Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov.

 

Flogvøllurin í Kastrup var stongdur í fleiri tímar, eftir at dronur vórðu sæddar í loftrúminum nærindis flogvøllinum.

 

Fyribils er ógreitt, hvør stóð aftanfyri hendingarnar, sum danska løgreglan kallar eitt álop á danska undirstøðukervið.

 

Tað er fundur í verjusamgonguni, Nato í dag, men fundurin hevur sum skilst einki beinleiðis samband við hendingarnar í Kastrup í gjár.

 

Reuters veit at siga, at Nato á fundinum ávarar Russland um, at verjusamgongan fer at taka øll neyðug stig til tess at verja síni limalond.

 

Á Nato-fundinum verða hendingarnar viðgjørdar, har russisk jagaraflogfør herfyri gjørdu seg inn á loftrúmið hjá Estlandi.

 

Herfyri vóru eisini fleiri dronur skotnar niður í pólskum loftrúmi, og tað er enn einaferð Russland, sum hildið verður at standa aftanfyri.

 

Á Nato-fundinum í dag krevur verjusamgongan sambært Reuters, at Russland gevst við áganginum móti sínum limalondum.

 

Lesið eisini - 

 

Zelenskyj: - Hatta er Russland - https://www.in.fo/news-detail/zelenskyj-hatta-er-russland