Russland við hava heiðurskonsul í Grønlandi

Russiska uttanríkisráðið ætlar at útnevna ein heiðurskonsul í Grønlandi, eins og landið hevur í Føroyum. Danmark er sinnað at ganga ynskinum á møti.

Russland hevur biðið donsku stjórnina um loyvi at útnevna ein heiðurskonsul í Grønlandi.

Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sambært tíðindastovuni Reuters, á einum tíðindafundi.

Talan er ikki um at stovna eitt konsulát, so sum USA hevur gjørt í Nuuk í juni, upplýsir uttanríkisráðið.

Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri var í gjár á vitjan í Moskva. Hann óttast ikki russiska ynskið.

– Tað er púra vanligt at hava heiðurskonslar. Tað eru ikki sendifólk, sum eru send út, men fólk, sum eru har frammanundan, og sum fáa heitið, sigur hann við Ritzau.

– Russland hevur frammanundan heiðurskonsul í Føroyum og hevur havt tað í fleir ár. Tað er púra nátúrligt, og tað er eingin trupulleiki.

Jeppe Kofod sigur, at ein hieðurskonsul er eitt russiskt umboð í Grønlandi. Tað kann vera ein, sum frammanundan býr har ella hevur serligt samband til landið.

Á fundinum fríggjadagin í Moskva tosaðu teir báðir uttanríkisráðharrarnir millum annað um trygd í Eystursjónum og Arktis eins og støðuna í Hvítarusslandi.

Arktiska økið hevur stóran geopolitiskan týdning fyri ikki bara Russland, men eisini fyri eitt nú Kina og USA.

Jeppe Kofod heldur ikki, at avgerðin um at lata Russlan útnevna heiðurskonsul í Grønlandi fer at ávirka trygdarstøðuna í Eystursjónum og Arktis.

Í fjør nevndi amerikanski forsetin, Donald Trump, eitt ynski um at keypa Grønland.

Undir vitjan síni í Moskva í gjár skuldi Jeppe Kofod eisini hitta umboð úr vanliga russiska samfelagnum at tosa um mannarættindastøðuna í Russlandi.

/ritzau/