USA og Russland eru sinnað at skipa eina rakettverju, har tey bæði londini luttaka á jøvnum føti -Tað segði amerikanski forsetin, George W. Bush, aftan á fundin, sum hann og russiski forsetin, Vladimir Putin, høvdu í býnum Sotji við Svartahavið í dag.
Putin segði, at hann hevur eina ávísa vón um, at ósemjan um rakettverjuætlanina verður loyst. Hann segði, at USA skilir støðu Russlands, og at USA er sinnað at ganga Russlandi á møti í málinum.
Á NATO-toppfundinum í Bukarest fekk USA undirtøku fyri ætlanini um eina rakettverjuskipan.