Sambært BBC vil Russland nú sleppa uppí aftur mannarættindaráðið hjá ST.
Landið varð koyrt úr ráðnum eftir innrásina í Ukraina hin 24. februar í fjør.
Nú roynir Russland eftir øllum at døma at leita sær stuðul fyri at gerast limur í ráðnum aftur.
Tíðindastovan BBC hevur fingið eitt avrit av einari fráboðan, sum Russland hevur sent til ST-limalond.
- Í fráboðanini heitir Russland á londini um stuðul fyri atkvøðugreiðsluna, sum verður í næsta mánaði.
Sambært BBC lovar Russland at finna hóskandi loysnir í mannarættindaspurningum.
- Russland ynskir ikki, at mannarættindaráðið hjá ST verður eitt amboð, sum tænir politiska viljanum hjá einum ávísum bólki av londum, leggur BBC aftrat.