Russland: Vit hava einki við dronur í Kastrup at gera

Danskir myndugleikar hava hvørki váttað ella avsannað, um teir halda, at Russland stendur aftan fyri dronurnar

- Vit hoyra grundleysar ákærur haðani hvørja ferð, sigur russiski talsmaðurin, Dmitrij Peskov, í einum dagligum kunningarfundi við journalistar umvegis telefon. (Savnsmynd). - Mynd: Maxim Shemetov

Russland noktar fyri at hava verið við í dronuflúgving yvir flogvøllinum í Keypmannahavn.

Tað segði talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, Dmitrij Peskov, sambært tíðindastovuni AFP týsdagin.

- Vit hoyra grundleysar ákærur haðani hvørja ferð, sigur hann í einum dagligum kunningarfundi við journalistar umvegis telefon.

- Kanska skal ein partur, sum tekur eina álvarsliga, ábyrgdarfulla støðu, ikki koma við slíkum grundleysum ákærum aftur og aftur, heldur Peskov fram.

Danska løgreglan hevur sagt, at ein "dugnaligur leikari" stendur aftanfyri dronuflúgvingina á flogvøllinum í Keypmannahavn mánakvøldið. Hendingin hevði við sær, at flogferðslan til og frá flogvøllinum varð steðgað í næstan fýra tímar.

Eingir danskir myndugleikar hava sagt, um teir halda, at Russland stendur aftanfyri. Men tað hevur heldur ikki verið noktað.

- Eg kann ikki á nakran hátt nokta, at talan er um Russland, segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í dag.

Men ukrainska síðan hevur víst ímóti Russlandi eftir hendingina.

Í gjárkvøldið nevndi ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, tað, sum hann kallaði eitt russiskt brot á danska loftrúmið. Tað gjørdi hann á sosiala miðlinum X.

Ógreitt er, um samband er við eina hending í Noregi, har eygleiðingin av dronum nærhendis flogvøllinum í Oslo stongdi flogvøllin í tríggjar tímar í nátt.

Sambært NRK hevur fregnartænastan hjá norsku løgregluni, PST, sagt, at hon arbeiðir við at fáa greiðu á, um samband er við dronueygleiðingar í Danmark.

 

/Ritzau/

 

- Vit hoyra grundleysar ákærur haðani hvørja ferð, sigur russiski talsmaðurin, Dmitrij Peskov, í einum dagligum kunningarfundi við journalistar umvegis telefon. (Savnsmynd). - Mynd: Maxim Shemetov