Russlands-vongurin í Tjóðveldi er styrkur við Sirið

Alt bendir á, at landsstýrið fer at gera nýggjan fiskivinnusáttmála við Russland. Russlands-politikurin hjá Tjóðveldi verður óbroyttur við Sirið Stenberg sum forkvinnu

Í løtuni sita tey í Fiskimálaráðnum og bíða eftir boðum frá stjórnini hjá Putin í Russlandi um, at tey eru til reiðar at gera nýggjan fiskiveiðusáttmála við Føroyar.

 

Tað er soleiðis, at aðru hvørja ferð eru tað Føroyar, sum bjóða til samráðingar, og aðruhvørja ferð er tað Russland. Hesaferð er tað Russland, sum skal bjóða til samráðingar.

 

Hóast Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn undan valinum lovaðu, at við teimum í Tinganesi varð eingin sáttmáli gjørdur við Russland, so hava tey brotið ta vallyftið.

 

Sum skilst sendur Javnaðarflokkurin enn við sítt. Tey eru øll samd um, at vit ikki eiga at gera nakran sáttmála við stýrið hjá Putin, so leingi Russlandi er í kríggi í Ukraina og dagliga drepur fólk, eisini kvinnur og børn.

 

Men Tjóðveldi er tvíbýtt. Sum skilst eru tað Liljan Weihe, Bjørt Samuelsen og Erling Eidesgaard, sum halda fast um vallyftið, meðan tey trý í landsstýrinum, Høgni Hoydal, Sirið Stenberg og Dennis Holm, saman við tingfólkunum Anniku Olsen, Hervør Pálsdóttir og Eiriki í Jákupsstovu vilja, at Føroyar skulu halda fram við fiskiveiðuavtaluni sum higartil.

 

Í Framsókn er eisini tvístøða, har serliga Hanna Jensen vil hava, at nýggjur sáttmáli verður gjørdur.

 

Javnaðarflokkurin er, um ikki í minniluta, tí hann hevur helmingin av tingfólkunum í samgonguni, so hevur hann ikki ein meiriluta í tinginum fyri sínum sjónarmiðum. Í andstøðuni er tað bara Jenis, sum hevur somu støðu sum Javnaðarflokkurin.

 

Valið av Sirið Stenberg sum forkvinnu hevur styrkt tann veingin í Tjóðveldi, sum vil samstarva við Russland. Sirið Stenberg heldur, at samstarvið við Russland skal halda fram sum higartil. Við Bjørt Samuelsen hevði flokkurin í øllum førum fingið eina forkvinnu, sum var í móti samstarvi við Russland.

 

Einki bendir á, at Javnaðarflokkurin fer at slíta samgonguna upp á hetta málið. Ger hann tað, so endar hann í andstøðu uttan ávirkan, tí eingin annar flokkur er, eins og Javnaðarflokkurin, samdur um at slíta alt samstarv við russar, so leingi landið er í kríggi í Ukraina.

 

Tí verður tað bara ein avgreiðsluspurningur, tá Dennis Holm og hansara fólk fara at samráðst við samráðingarfólkini, sum umboða stjórnina hjá Vlademir Putin, forseta Russlands.

 

Fyrst skal málið til ráðførslu í uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum. Tað sum fer fram í nevndini er loyniligt, men tingfólk hava loyvi at siga, hvat tey hava mælt landsstýrismanninum til. Vit fara at spyrja tey aftaná, men gita, at tey svara soleiðis:

 

  • Bjarni Hammer: Nei
  • Bárður á Steig Nielsen: Ja
  • Liljan Weihe: Nei
  • Annika Olsen: Ja
  • Sólvit Nolsø: Ja
  • Jacob Vestergaard: Ja
  • Jenis av Rana: Nei

 

Soleiðis verður helst meiriluti í uttanlandsnevnd Løgtingsins um at mæla landsstýrinum til at gera nýggjan fiskiveiðusáttmála við Russland fyri 2025.