Ruth koppað í dokk

Eingin fekk skaða, tá fyrrverandi føroyski nótabáturin Ruth koppaði í turrdokk í Århus Fyrrverandi føroyska nótaskipið Ruth koppaði í eini turrdokk í Århus havn í morgun. Skipasmiðjumenninir fingu ein rættiligan skelk, tá Ruth knappliga koppaði, meðan teir arbeiddu upp á hana.

Ruth stóð í einari av teimum trimum turrdokkunum hjá Århus Shipyard, tá hon knappliga koppaði um hálvgum tíggjutíðina danska tíð í morgun. Farið var beinenvegin undir at fylla sjógv í dokkina, fyri at fáa rættað skipið uppaftur.

Gullak Madsen úr Kvívík átti Ruth einsamallur fyrr, men seldi herfyri ein stóran part til aðrar.