Tað gjørdist Ruth Thomsen, forkvinna í blindafelagnum og ráðgevi í sjóndepilinum, ið fekk fyrstu kærleikskúluna í ár, tá hon fyri løtu síðani varð almannakunngjørd á Listasavni Føroya.
Tað er Dugni, sum seinastu 12 árini hevur latið Kærleikskúluna gera, og tað var forkvinna í stýrinum fyri Dugna, Jórun Gardar, ið handaði Rutt Thomsen kærleikskúluna.
Listafólkið, sum í ár hevur sniðgivið Kærleikskúluna, er Eli Smith.
– Hon er ein góð og virðilig rødd, sum er ein fantastisk umboðan fyri tey, sum hon arbeiðir fyri. Hon berur brek, sum er partur av henni, men hetta er eingin forðing fyri at gera eitt megnarverk fyri onnur menniskju. Nógv onnur menniskju. Hon er altíð toil reiðar at hjálpa, hon er sera arbeiðssom og íðin, og hon steðgar ikki, fyrr enn málið er rokkið.
Henni er eydnast at varpa ljós á umstøður hjá fólki, ið eru blind ella sjónveik, og hon er góð og virðilig talskvinna, segði Jórun Gardar.
Rutt Thomsen takkaði fyri heiðurin og fortaldi, at tað var ein mánaður síðani, at Jórun Gardar frá Dugna hevði ringt til hennara og spurt, um hon kendi nakað til kærleikskúluna.
– Eg hugsaði, at nú fer hon at bjóða mær at keypa nakrar til Blindafelagið, segði Rutt Thomsen.
– Tað streyfaði ikki mínar tankar, og eg havi ongantíð sæð meg sjálva í hesari støðuni at skula fáa hendan heiðurin, so eg eri ógviliga ærað av at hava fingið hesa fyrstu kúluna. Tað hevði ikki borið til uttan tað fantastiska bakland, ið eg eigi - bæði mín heimafront og mín næsta heimafront á Sjóndepilinum, segði Rutt Thomsen.
##med2##