RÚV vísir báðar evropeisku finalurnar millum Val og Olympiakos

RÚV er millum rásirnar hjá Televarpinum

Hondbóltsáhugaðir føroyingar fáa góðan møguleika at fylgja við tá Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali skulu spæla finalurnar í European Cup móti grikska liðnum, Olympiakos.

 

Fyrra finalan verður leikt í høllini á Hliðarenda í Reykjavík, leygarkvøldið 18. mai klokkan 18. Returdysturin verður leiktur í Athen, leygarkvøldið 25. mai klokkan 18.

 

RÚV, ið er millum rásirnar hjá Televarpinum fer at vísa báðar finalurnar. Báðar finaludagarnar byrjar RÚV sendingina klokkan 17.40.

 

Valur er einasta íslendska liðið, ið hevur vunnið seg í eina evropeiska finalu, og teir hava enntá framt tað bragdið tvær ferðir í søguni. 

 

Fyrru ferð var í 1980 tá Valur spældi finalur móti týska liðnum, Grosswaldstadt. Grosswaldstadt vann báðar finalurnar greitt, men Valur vóru tá stórliga fagnaðir fyri sítt framúr góða avrik.

 

Í landsliðshøpi er Ísland sterkari enn Grikkaland, men Olympiakos hevur fleiri útlendskar leikarar.

 

Allan er einasti leikarin í hópinum hjá Vali, ið ikki er íslendingur.