Auto Service nýttu fríggjadagin ein øðrvísi hátt at presentera ein nýggjan bil fyri sínum starvsfólkum. Talan var um nýggja Nissan Qashqai, sum tey fingu presenteraðan á Hotel Føroyum, uttan at hava sæð sjálvan bilin. Hann sóu tey ikki fyrr enn aftaná, at tey høvdu verið á hotellinum, tá bilarnir stóðu klárgjørdir í framsýningarhøllini hjá Auto Service.
Í middegi stongdi fyritøkan, og øll starvsfólkini fóru á Hotel Føroyar, har
tey fingu at vita alt um nýggja Nissan Qashqai. Fólk frá mekaniska verkstaðnum høvdu eina framløgu um bilin, hvussu hann er uppbygdur bæði mekaniskt og tøkniliga, eins og fólk frá søludeildini greiddu frá um bilin sum heild, hvat fyri útgerð bilurin hevur, hvørjum prísklassa hann er í, og hvørjar bilar hann skal kappast við á marknaðinum. Tey, sum høvdu hesar framløgur, høvdu sjálvi verið uttanlands og sett seg væl inn í bilin.
Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto Service, sigur, at endamálið við hesum tiltaki er at øll starvsfólkini - frá vaskifólki til leiðslu - skulu vita nakað um bilin.
Hetta er fyrstu ferð at hetta er roynt, og ætlanin er at gera tað sama hvørja ferð eitt nýtt bilmodell kemur á marknaðin. Vit eru 27 starvsfólk, sum øll kunnu virka sum seljarar, sigur Árni Rasmussen.
Nissan Qashqai (úttalað Kashkai), sum er ein sonevndur Crossover - ein blanding av einum hatchback, stationcar og SUV. Nissan Design Europe í London hava designað bilin, ið verður framleiddur á verksmiðjuni hjá Nissan í Sunderland í Onglandi.
Við Nissan Qashqai er stórur dentur lagdur á smart design, liðiliga innrætting og at tey ferðandi í bilinum skulu sita høgt og væl við góðum útsýni.
Qashqai fáast í fleiri útgávum og bæði sum bensin- og diesel. Bensinútgávurnar eru: 1.6 litur við 115 hk (160 Nm) og 2.0 litur við 140 hk (200Nm). Dieselútgavurnar eru ávikavist 1.5 litur við 106 hk (240 Nm) og 2.0 l turbo við 150 hk (320 Nm). 2.0 útgávurnar fáast við All–Mode 4X4.
Nissan hava stórar ætlanir við bilinum og rokna við at selja yvir 100.000 Qashqai um árið í Evropa. Árni Rasmussen sigur, at Nissan Qashqai kosta frá kr. 239.000