2. jólakvøld verður KFUM í Havn vertur fyri einum heldur øðrvísi tvørkirkjuligum tiltaki. Hetta kvøldið skipar samkomuhúsið nevniliga fyri einum tiltaki, har dentur verður lagdur á góðan hugna og samveru, afturvið nógvum góðum tónleiki.
Við til hetta sangkvøldið verða fleiri bólkar at hoyra, m.a. Proclaim sum beint nú hava útgivið teirra fyrstu fløgu. Hetta verður fyrsta ferðin at fólk hava høvið at hoyra teir live, síðani hesa útgávuna.
Saman við teimum luttaka eisini Humble Cry og ein bólkur við tí heldur sjáldsama navninum Dølgarnir í Oasuni.
Tiltakið í KFUM byrjar kl. 22 - og endar, tá tað er liðugt!