Rýmdi frá ferðsluóhappi í nátt

Løgreglan leitare eftir einum bilførara, sum rendi á í nátt

Tíðliga í nátt rendi ein bilur á ein garð í Vágum og elvdi til nakað av materiellum skaða.

Men løgreglan sigur, at bilførarin rýmdi av staðnum, uttan aty boða frá óhappinum og tað er ólógligt.

 

Løgreglan veit, hvat bilur, talan er um, men enn hevur løgreglan hvørki funnið hann ella bilføraran.

Tískil veit løgreglan heldur ikki, hví bilførarin rendi á, men av tí at tey vita, hvat bilur talan er um, er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn hann verður funnin.

 

Løgreglan sigur, at eigarin hevur skyldu at siga, hvør koyrdi bilin og hann kann í øllum førum vænta sær eina bót.

Men av tí, at talan er um eitt óhapp, sum eigarin er rýmdur frá, uttan at boða frá, verður tað eisini ein spurningur um tryggingin rindar fyri skaðan.

Annars hevur ferðslan gingið væl, hóast tað er kavi og hált, sigur løgreglan.