Flogbóltur
Treytirnar eru harðar, skal Fleyr koma í finaluna, sum ger av, hvør verður føroyameistari í Eik-liguni hjá kvinnum. Fleyr skal vinna allar dystirnar, sum eftir eru, samstundis sum TB og Mjølnir skulu tapa í øllum førum tveir dystir í part. Hóast liðið hjá Fleyr á pappírinum er eitt tað frægasta við fleiri landsliðsspælarum, so sæst tað bara ikki aftur á vøllinum.
Í gjárkvøldið vóru havnarkvinnurnar í Sørvági, har tað eydnaðist heimaliðnum at vinna trygt. SÍ vísti í løtum sera gott spæl, ið avspeglar oddasessinum, men aðrar løtur dovnaði liðið og vísti einki. Í teimum løtunum tók Fleyr av viðhvørt, men verri enn so altíð…
Serliga í fyrsta setti var eingin ivi og SÍ vann trygt. Hinvegin hevði Fleyr sína bestu løtu í øðrum setti, har liðini fylgdust tað nógva av tíðini, og Fleyr at enda hevði settbólt við støðuni 24-23. Men SÍ javnaði og fór framum, og hevði løtu seinni eisini settbólt, tá tað var 25-24. Men Fleyr yvirlivdi, vann teir báðar næstu bóltarnar og vann settið.
SÍ var klárt betri
Nú skuldi møguleikini verið har at vent dystinum, men í staðin var tað aftur SÍ, ið fór avstað. Triðja sett var vunnið trygt, men tað gjørdi ikki støðuna betur hjá Fleyr, at Karina Debes noyddist út við skaða, tá SÍ var á odda 25-13. Og í fjórða setti tóktist tað, sum var luftin farin fullkomuliga úr útiliðnum, ið einki maktaði, men tapti greitt.
Samanumtikið var SÍ klárt betra liðið, sæð yvir allan dystin. Kvinnurnar úr Sørvági høvdu góðar servur og gott verjuspæl, meðan Fleyr stóð seg syndarliga illa í móttøkunum, so sjálvt lættir bóltar sluppu at detta niður, uttan at nakar fór eftir teimum ella fekk teir.
SÍ fekk staðfest, at liðið framvegis megnar meira enn hini, hóast tapið sunnudagin fyri TB var ein strika í rokningini. Tó var tann strikan ikki størri enn so, at SÍ væl og virðiliga reistist aftur og nú er trý stig framman fyri nummar tvey.