FLOGBÓLTUR
Einasti møguleiki hjá Drátti at fáa heiðursmerki leygardagin, var at vinna grannauppgerðina í Sørvági ímóti greipuvinnarunum úr SÍ. Á pappírinum ein torfør uppgáva, men als ikki ógjørlig, skuldi tað vísa seg – hóast Dráttur ikki vann upp land í síðsta enda.
Fyrsta settið í hesum dystinum var eitt, har bæði lið vístu seg frá síni allarbestu síðu. Her var spælt fyri lívinum, og væl lá fyri, so áskoðararnir fingu veruliga valuta fyri pengarnar.
Hjá Drátti skuldi tað tó vísa seg, at eydnan ikki heilt var við, tí miðskeiðis í settinum var Ruth Thomassen, sum hevur stóran týdning fyri liðið, so óheppin at koykja sær fótin, og tað gjørdist greitt, at hon í øllum førum ikki fekk spælt meira. Men kvinna kemur í kvinnu stað, og tað vísti seg eisini at verða so her, tí Helga Nordendal gjørdi tað sera gott á kantinum, tá hon yvirtók plássið hjá Ruth.
Dráttur lá eisini nokk so væl fyri, tá settið fór at nærkast endanum, tí kvinnurnar úr Sandavági og Miðvági vóru á odda 22-17, men so kom SÍ afturíaftur og tað gav ein sera spennandi enda á settinum. Tá avtornaði, vann SÍ tað 28-26.
Dráttur nær við
Síðani komu tvey sett, har Dráttur hevði munin og eisini vann. Hesi bæði settini spældi Dráttur væl, meðan tað knípti eitt sindur hjá SÍ at fáa spælið at hanga nóg væl saman alla tíðina, nú fleiri av teimum ungu sluppu at royna seg. Annað sett vann Dráttur 25-21 og triðja 25-19.
Framvegis hevði Dráttur hug at vera eitt sindur frammanfyri í fjórða setti, hóast tað gjørdist rættiliga tætt ímóti endanum. Eitt skifti var Dráttur frammanfyri 19-15, men so fekk SÍ fatur í rætta endanum, samstundis sum Annika á Stongum hevði nakrar góðar servur, og SÍ vann settið 25-23.
Nú var so fimta og avgerandi settið eftir, og nú valdi SÍ at koyra við sterkastu manning. Dráttur byrjaði tó betri og kom upp á 4-0, men SÍ svaraði aftur til 4-4. Her gjørdist hálvavegna eitt »time-out kríggj« millum liðini, ið ikki vildu lova hinum at fara avstað, men endin var, at SÍ kom upp á 9-7 og síðani helt fast og vann settið 15-10 og dystin 3-2.
Fyri SÍ var tað sjálvandi stuttligt at vinna eisini seinasta dystin, nú gullheiðursmerkini lógu og bíðaðu, men fyri Dráttur var ósigurin hinvegin tungur at taka, tí hann merkti, at Dráttur í evstu løtu misti møguleikan at fáa heiðursmerki.