SÍ er avbjóðarin

Við einum stríðsavrikið í Gundadalshøllini eydnaðist SÍ at venda 0-2 til 3-2, soleiðis at teir nú tykjast vera avbjóðararnir hjá Mjølni

Flogbóltur

Einki er at siga til, um teir á besta mansliðnum hjá Fleyr iðraðu seg sunnudagin. Teir høvdu so dyggiliga havt takið á SÍ, og við 2-0 leiðslu tóktust stigini ikki vera í vanda. Men sørvingar megnaðu at koppa øllum á høvdið, soleiðis at talan gjørdist um 3-2 sigur til gestirnar.
Dysturin varð sagdur at vera tann, sum skuldi gera av, hvat av feløgunum skuldi verða avbjóðarin hjá Mjølnir. Klaksvíkingarnir hava higartil í ár vunnið heimadystir móti bæði SÍ og Fleyr, men enn eru so tríggjar uppgerðir móti hvørjum parti eftir.
Og hesaferð vórðu tað so teir í SÍ, sum komu betri frá uppgávuni. Sum sagt, so hevði Fleyr takið. Og kanska skuldu teir havt vunnið. Men SÍ vildi ikki geva skarvin yvir. Sjálvt tá tað sá svartast út, so stríddust teir fyri hvørjum bólti, og tað gav eisini úrslit at enda.
Í botninum hittust Fram og ÍF, og her varð staðfest, at ÍF í løtuni tykist vera veikasta liðið í deildini. Nýtt fólk skal spælast inn, og tað hevur vanliga við sær, at úrslitini eru í lakara lagi í eina tíð, og tað mugu fuglfirðingar so smyrja seg við í løtuni.

Úrslit Meistaradeild menn
Fram-ÍF 3-1 (25-19, 19-25, 25-22, 25-21)
Fleyr-SÍ 2-3 (25-23, 25-21, 12-25, 25-27, 11-15)