Sæð fólk aftur aftaná 20 ár

Klokkan tólv var døgurði at fáa. Tá var góður møguleiki at fáa eitt prát. Yvirav mær sótu tvær stuttligar og frískligar systrar úr Klaksvík. Tær eita Ella og Ingibjørg Petersen, og teimum dámar væl, at tað verður skipað fyri einum eldradegi.
- Undirsjóvartunnilin ger tað so lætt at ferðast, so at vit ivaðust ikki í at fara. Tað er stuttligt at kunna hitta so nógv fólk, sigur Ella Petersen
- Eg havi hitt onkran í dag, sum eg ikki havi sæð í 20 ár, sigur Ingibjørg Petersen.
Tá ið eg sigi teimum, at eg eri tíðindamaður hjá Sosialinum, flenna tær við tankan um, at tær skulu í blaðið.
- Eg hugsaði, at tú mátti vera tíðindamaður, tí at tú spyrt so nógv, sigur Ella.