Tey seinnu árini hava tað verið tekin í sól og mána um, at U-16 landsliðið í styrki hevur otað seg eitt vet nærri hinum norðurlendsku tjóðunum. Tvísifraðu tapini hava verið nógv færri, og onkuntíð hevur tað eydnast at fáa mál, sjálvt um úrtøkan úr møguleikunum ikki hevur verið nakað at reypa av.
Í hesi vikuni eru U-16 dreingirnir í Onglandi, og í fyrradagin spældu teir móti Noregi. Fyrra umfarið gekk javnt á, Jón Rói Jacobsen hevði møguleika at leggja Føroyar á odda, men hann var ikki nóg avgjørdur, og fýra minuttir undan hvíldini (teir spæla tvær ferðir 40 minuttir) sektaði Noreg, at útsparkið frá føroyska málverjanum kom beint til ein mótstøðumann, sum gjørdi skjótt av, spældi í høgru, og miðverjan hjá okkara monnum var um ein háls.
Fróði Jóanesarson var púra leysur tíðliga í 2. hálvleiki, men royndin var ikki nóg góð, og eftir 58 minuttir stóð 2-0. Seks minuttir seinni uppstóð støðan, sum í síðsta enda mundi telja nógv í 5-0 tapinum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki og gav vongverjanum í høgru, Atla Danielsen, reyða kortið, tí hann skuldi hava brúkt armin at bjarga við. Støðan líktist nógv henni, tá Jan Dam varð vístur av vølli móti Malta. Í føroysku leguni mettu teir, at Atli hevði spælt bóltin við økslini, men tað metti dómarin ikki.
Tíggju móti ellivu og í 28-30 hitastigum gjørdist tað strevið, og síðstu løtuna fóru tvey mál afturat ígjøgnum.
Mattias Davidsen venjari er sjálvandi ikki nøgdur við úrslitið, men hann rósar spælarunum fyri góðan hugburð. Hjalgrím Elttør og Símun Joensen høvdu sentralu leiklutirnar á miðvøllinum, og teir arbeiddu sum hestar. Tá Atli varð útvístur, fór Jón Rói aftur í verjuna, Fróði á miðvøllin, og so var Hjalgrím einsamallur í álopinum.
Føroyska liðið: Poul Næs Joensen, B36 - Atli Danielsen, KÍ, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Kristian á Lakjuni, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar (Áki L. Hansen, NSÍ, 52.)- Jann Ingi Petersen, B68 (John Andersen, NSÍ73.), Hjalgrím Elttør, KÍ, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Arnhold Berg, Skáli - Jón Rói Jacobsen, HB, Fróði Jóanesarson, NSÍ (Gilli Haraldsen, Hjørring, 65.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rani D. Christiansen, HB, Sámal J. Samuelsen, EB/Streymur, Sólbjørn Olsen, B36 og Dánjal Pauli Danielsen, Farum.
Í hinum dystinum mánadagin vann Finnland 3-1 móti Danmark. Føroyar og Danmark skuldu spæla seinnapartin í gjár, og í morgin verður Finnland mótstøðuliðið. Í dag fara dreingirnir at vitja Old Trafford í Manchester.