Søgan endurtekur seg ? III

Við seinasta løgtingsval gjørdi tjóðveldisflokkurin eitt rimmar hál, og serliga løgdu vit til merkis, at eitt av teimum nýggju nøvnunum á listanum hjá sama flokki í Havn skaraði framúr.

Við seinasta løgtingsval gjørdi tjóðveldisflokkurin eitt rimmar hál, og serliga løgdu vit til merkis, at eitt av teimum nýggju nøvnunum á listanum hjá sama flokki í Havn skaraði framúr.

Hesin maður hevði annars verið í teirri hepnu støðu, sum onkur undan honum, at hann óbeinleiðis kundi nýta sjónvarpið sum lopfjøl inn í løgtingið, og tað er sjálvandi ikki øllum beskorið!

Tað er jú munur á, at vera kendur í sjónvarpinum og heldur kámur úti í skúgganum.

Men hetta kann sjálvandi ikki vika við tann veruleika, at maðurin uttan sammeting var størsti atkvøðuslúkurin ? ikki einans hjá tjóðveldisflokkinum ? men millum politikarar í øllum landinum yvirhøvur!

Og við hesum vann hann sær landsstýrissess í samgonguni, sum varð stovnað.

Síðan hevur hesin nýggi oddamaðurin hjá tjóðveldisflokkinum troðkað ógvuliga hart fram við sínum fullveldistosi.

Men, ansar tú eftir, so er lætt at síggja at hann í grundini einans er eitt endurljóð av teimum, sum undan gingu.

Hann eltir í somu sporum, men við tí undantaki, at tá ið fullveldið er veruleiki, so skal ríkisstuðulin minka ár um ár.

Men hetta veit sami maður sjálvandi einki um, og tí ræður hann heldur ikki fyri.

Men einki tykist at vera óført hjá hesum manni.

Og hansara fullveldisætlan tykist at hava ógvuliga veik bein at standa á.

Eisini tykist tað, eins og hann við vilja hevur ilt við at ásanna veruleikarnar. M.a. tykist hann fullkomiliga at hava gloymt, at tað bert eru fá ár síðani, at føroyingar einans fiskaðu stívliga 5000 tons av toski við Føroyar.

Og sum øllum kunnugt er toskurin høvuðsálitið í okkara fiskivinnu.

Hann tykist eisini at hava gloymt, at fiskifrøðingar mæltu til, at vit als einki skuldu fiska av hesum fiskaslagi.

Alt tað, ið eg kann minnast, hevur tað gingið upp og niður við fiskiskapinum við Føroyar. Tað hava verið góð, men tað hava sanniliga eisini verið sera vánalig fiskiár.

Man landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum halda, at hetta er eitt glæsiligt grundarlag at byggja okkara fullveldi á.

Nú hava vit havt nøkur góð fiskiár, og fiskaprísirnir hava verið teir bestu, sum menn minnast. Men hóast tað, so frættist úr Tinganesi, at avlopið í landskassanum einans er millum 300 og 400 mió. kr. Og tá er blokkstuðulin úr Danmørkini tikin við.

Ikki serliga hugkveikjandi, má sigast.

Tí enn hava vit tíverri einans tað eina skinklandi beinið, sum eitur fiskivinna, at standa á.

Og hóast royndir, hevur tað ikki eydnast at finna nakað annað bein av týdningi at standa á.

Men tað er enn tann skinklandi fiskivinnan, sum er grundarlagið undir okkara samfelag. Tað eru okkara fiskimenn, sum í ódn og logn dragsa virðini til lands, og tað eru tey, sum arbeiða á fiskavirkjunum, sum meirgóðska hesi somu virði.

Og tað er hesum, sum samfelagið annars skal liva av.

Men, tað er bara ikki nóg mikið, tí fyri ein stóran part verður alt hetta uppetið, m.a. av okkara alt ov dýru umsiting.

Og tað er m.a. sama umsiting, sum alsamt ger umstøðurnar hjá okkara fiskimonnum alt trengri og ólagaligari.

Ei undur í, at tað er eitt alsamt fækkandi lið, sum strevast í okkara høvuðsvinnu.

Og hvussu heitt, ið hjørtuni hjá hesari breggjandi samgongu sláa fyri Føroyum og tí, sum føroyskt er, mega vit undrandi spyrja í hesum døgum, nú vit hoyra at vit skulu yvir til Noregs at byggja eitt nýtt vaktarskip. Nú vita ? ella skuldu øll vita ? at Tórshavnar Skipasmiðja er kend fyri at gera vælaverk.

Tað hava nevniliga verið dygdarskip, sum hon hevur latið úr hondum.

Og tað er munurin á teimum skipunum og tí kloddafylinum, sum vit seinast lótu byggja yviri í Noreg, og sum enn røkir sjóverju við Føroyar.

Men tjóðarstoltleikin hjá ráðleggingarnevndini og teimum, sum nú ráða í Tinganesi, tykist at liggja á einum sera lágum stað.

Eg hevði heldur ikki væntað nakað annað!

At ein føroysk skipasmiðja skuldi fáa høvi at vísa umheiminum, at hon er kappingarfør, og eisini í aðrar mátar er før fyri at gera stór arbeiði, er jú fullkomiliga uttan fyri heilavindingarnar hjá teimum, sum hava tjóðskapin oman fyri hálsvølin.

Í tíð og ótíð hava fullveldisgarparnir tann vana ? ella kanska rættari óvana ? at sammeta okkum við Ísland.

Nú eri eg ikki heilt ókunnugur í Íslandi, tí í neyðartíðini í fimtiárunum var eg ein teirra, sum leitaði til Íslands og var eg har í nakrar vetrar.

Mær dámdi sera væl at vera millum íslendingar bæði á sjógvi og á landi, og eg havi nógv góð minnir frá tí tíðini.

Onkuntíð seinni havi eg eisini vitjað í Íslandi.

Men, tá ið Føroyar verða sammettar við Ísland, so er hetta ikki rætt, tí heldur ikki har er nøkur rættilig sammeting møgulig.

Ísland er eitt heldur stórt land. Tað er slakar 103.000 km2 til støddar. Men har búgva einans o.u. 250.000 fólk, ella stívliga 2,4 íbúgvar á hvørjum km2. Hetta er tað minsta í Europa.

Føroyar eru eitt evarska lítið land ? einans 1400 km2 til støddar og her búgva knappliga 45.000 fólk. Tað gevur 32 íbúgvar á hvørjum km2, og er hetta tað næstmesta í norðurlondum.

Íslendingar hava nógmik-ið av flestu landbúnaðarvørum. Ja, teir útflyta nøgd av teimum eisini til Føroyar. Eisini hoyggj útflyta teir, og føroyingar keypa.

Einasta landbúnaðarvøra, sum føroyingar hava nógmikið av er mjólk. Allar aðrar verða innfluttar, tí vit hava ovlítið av teimum!

Sjálvandi bøtir tað heldur ikki um støðuna, at lógin er soleiðis háttað, at bygdirnar ? ein fyri og onnur eftir ? verða svavdar, og bøur og hagi liggja í órøkt.

Men aftur til Íslands.

Tað er munur á at seta eitt 200 fjórðinga mark kring Ísland og at seta eitt líknandi kring pinkulandið Føroyar.

Tí, har er munur á sjóøki ? og har er sanniliga eisini munur á fiskiríkidømi.

Men hetta er ikki alt!

Íslendingar hava eitt ómetaligt ríkidømi í teirra heitu keldur og stóru fossamegi.

Ja, har er sanniliga munur á og her hjá okkum, har S.E.V. í høvuðsøkinum hev-ur turkað bæði áir, veitir og kelduvað fyri at fáa nakað av elmegi sum annars, verður sagt, er ein hin dýrasta, sum menn vita um sammett við okkara grannalond.

Hví ikki siga sannleikan ella veruleikan soleiðis, sum hann í roynd og veru er? Ja, hví?

Heldur ikki har hava fullveldishetjurnar nakað grundarlag til sammetingar at vísa á.

Tað ljóðar ótrúligt, men kortini er tað satt, at samgongan hevur ta fatan, at fyrst skulu vit taka fullveldi, og síðani skulu vit fara at leita eftir teimum írestandi beinunum, sum fullveldið skal standa á.

Hetta er jú hin øvugti vegurin. Fyrst skuldu vit jú funnið tey írestandi beinini, og so kundu vit farið at hugsa um at tikið fullveldi.

Men hví kunnu vit ikki liva í einum felagsskapi, har tjóðirnar arbeiða saman á jøvnum føti?

Summi av fullveldisfólkunum siga, at nakað tílíkt er fullkomiliga ómøguligt, og nýggi oddamaðurin hjá tjóðveldisflokkinum talar sítt vanliga mál.

Hann talar um, at ein nýggjur dynamikkur skal koma, tá ið vit hava loyst, og hesin dynamikkurin skal geva okkum tað, ið írestar at reka hetta samfelagið.

Hann brigslar føroyingum, at milliardin úr Danmørkini ger teir latar, tí hon er ein koddi, sum teir kunnu hvíla seg á.

Hann hevur sagt, at hon verður givin til høgru og vinstru í føroyska samfelagnum!

Men, hann grundgevur ikki fyri nøkrum av tí, sum hann sigur.

Hann gloymir eisini at siga okkum, hvat hann hevur at hava fullveldisdreymarnar í.

Og tað undrar meg ikki. Hann hevur nevniliga einki at hava teir í.

Hann tykist mær at vera fullkomiliga tómur á hesum økinum.

Eg veit fullvæl at hann er vanur at kalla tey, sum ikki eru samsint við honum, ósaklig. Men tað er óivað tí, at hann kennir seg trongdan upp í ein krók av hesum somu fólkum.

Og tað er sanniliga heldur ikki so løgið!


Meira seinni.


Jógvan Adolf Johannessen