Summi av hesum hava fingið ta sjúkuna, sum nevnist undirlutakensla, og fyri at fjala út yvir hana royna tey tí at gera nógv um seg í samfelagnum.
Onnur hava fingið ta sjúkuna, ið nevnist yvirlutakensla, og tað er sermerkt fyri hesi, at tey halda seg duga so nógv betur enn fólk flest og eru sannir orðvargar, hóast meiningarnar oftast eru ógvuliga grunnar.
Tey halda hánt um meiningarnar hjá øðrum, tí tey halda seg sjálvi vita so nógv betur.
Og av somu orsøk krevja tey tí serliga rúmd í samfelagnum.
Báðar hesar sjúkurnar eru eins herviligar og tær eru beinleiðis lívsskaðiligar fyri tað umhvørvið, sum tílík menniskju skulu virka í her á landi.
Men tí betur eru tað ætlandi bert nøkur fá, sum hava fingið hasar sjúkurnar í blóðið, men fólk flest eiga kortini at ansa sær, tí sagt verður at tær smitta illa.
Tað er eisini sagt, at tað serliga eru nakrir familjuklanar, sum hava gingið og enn ganga og hóreiggja sær av tí óvanliga føðilandskærleika, sum býr í teirra sermerktu hjørtum og teirra dreymum um eitt fullveldi, uttan tó at hugsa nakað sum helst um hvussu tey neyðars tandur, sum verða eftir í sama fullveldi, tá ið rakár raka, skulu hava tað.
Tí eg ivist ikki eina einastu løtu í at tey, sum nú reypa mest vera millum tey fyrstu sum stinga í sekkin og rýma av landinum, tá ið tað av álvara fer at sansa at.
Hesir somu úrvalsføroyingar royna eisini at billa fólki inn, at Danmørkin er rótin til alt ilt. Teir hava roynt at billa føroyingum inn, at Danmørkin hevur verið eitt hjálandaveldi av teimum allarverstu, men tað er beinleiðis ósatt.
Tí føroyingar høvdu tað als ikki verri í Føroyum, enn danir høvdu tað í Danmørk.
Men, tað er ein sannroynd, at eingir vóru ljótari móti føroyingum, enn teir føroysku leigulendingarnir, sum høvdu tann framíhjárætt, at teir sótu á landsins ognum
Tað vóru summir frælslyntir menn, sum droymdu um, at vit skuldu vera knýttir nærri at Noreg, tí haðani vóru vit jú komnir.
Men ikki haldi eg, at føroyingar høvdu havt frægari kor enn tey, sum norðmenn hava unt samunum, um so hevði verið.
Norðmenn bera jú ikki orð fyri at vera serliga gávumildir.
Og nú stendur aftur ein, sum er av sama bergi brotin, og sum gongur í somu sporum og talar ta somu søgu um hvussu gott vit skulu fáa tað, tá ið fullveldið er veruleiki.
Men ikki haldi eg, at tað talar fyri nøkrum góðum, at eitt hitt fyrsta, sum hann og allur flokkur hansara gjørdi eftir valið, var at tveita seg - sum gomul uppgávugenta í froðum - í føvningin á tí mest mannfíggindaliga flokki í Føroyum.
Og har liggur hann nú og dusar sær, og í søtum fullveldisrúsi, letur hann fólkaflokkin gera sum honum lystir.
Soleiðis fór tann flokkurin, sum segði seg vera vinur og álit arbeiðs- og fiskimanna.
Tíverri er ofta langt millum orð og gerðir.
Tað hevur ofta undrað meg, at so nógvir vanligir heiðursmenn og vanligar heiðurskvinnur skulu velja ein flokk sum fólkaflokkin, tí hann arbeiðir jú beint móti teirra áhugamálum. Men tíverri er tað ein veruleiki, tó tað vónandi verður øðrvísi í framtíðini.
Mangir av oddamonnum og kvinnum tjóðveldisfloksins hava vanliga ógvuliga stór og sterk orð á munni. Tey tala um tjóðarstoltleika eins og hann einans er til í tjóðveldisflokkinum.
Tey tala um at blokkstuðulin er ein olmussa, og tí mega vit fáa eitt fullveldi, sum kann loysa okkum frá somu olmussu.
Men háost sín serstaka tjóðarstoltleika so haldi eg ikki at tjóðveldisfólk standa aftast í røðini tá tað ræður um at gera sær dælt av nevndu olmussu.
Tá halda tey tað ikki vera skomm.
Nei sannleikin er tann, at mong av teimum eru von við at tala við fleiri tungum í sama gáki.
Nú hava vit fyri nøkrum fáum døgum síðani havt grækarismessu og í fleiri støðum hevur grækarismessuhald verið til tess at bjóða okkara tjóðfugli tjaldrinum vælkomnum aftur á klettarnar.
Hetta er ein vakur siður, men hann fekk meg eisini at hugsa um ta lagnu, sum bæði tjøldrini og aðrir heiðafuglar hava í hesum døgum, nú ránsfuglarnir hava lagt hagarnar undir seg.
Og hetta fekk meg eisini at hugsa um tey, sum í hesum døgum royna at traðka oman á teimum, ið ikki fáa sín uppiborna lut í samfelagságóðanum.
Hann er nevniliga ætlaður teimum fáu, tí í løtuni er eingin verja fyri nøkrum rættvísi í hesum landi.
Og so leingi, sum henda tríflokkasamgongan ríkir úti í Tinganesi, verður tað ikki øðrvísi .
Tí er einasta gongda leið burtur úr óførinum, at føroyingar venda hesum flokkum bakið og siga kortanei til tann politikk, sum nú verður rikin av teimum ráðandi á tingi og í landsstýri.
At føroyingar siga kortanei til ta ørvitisætlan sum tann nýggi oddamaðurin hjá tjóðveldisflokkinum so einvíst og betrivitandi roynir at trútta niður í okkara landsmenn.
Og tað tykist eins og hini í sama flokki, einans eru vorðin hím ella skuggar, sum við himmalvendum eygum játta opinberingunum hjá tí nýggja leiðaranum.
Men vónandi eru føroyingar vaknaðir og fylkjast manniliga um tann flokk, sum alt síðani 1928 hevur slóðað fyri teimum í hesum landi, sum høvdu og framvegis hava eina bøtandi hond og ikki eina spillandi tungu fyri neyðini.
Eins og tjaldrið er tann ímyndin, sum er verja fyri øðrum heiðafuglum og rekur ravn, kráka, svartbak og aðrar ófrættagestir burtur, skuldi tað eisini heilt einfalt verið javnaðarpolitikkurin, sum varð ímyndin, ið var verja fyri teimum, sum enn eru fyri órætti og tí treingja til rættvísi í samfelagnum.
Eg kann minnast, at ein kendur tjóðveldispolitikkari - av tingsins røðarapalli - einaferð segði, at hann ikki skilti, at føroyingar høvdu valt sær tjaldrið, sum jú var ein flytifuglur, til tjóðfugl.
Hann helt, at teir kundu havt valt onkran annan t.d. krákuna, tí hon støðaðist her alt árið.
Eg haldi, at tjóðveldisflokkurin skuldi tikið hesi orð til sín og valt krákuna til ímynd fyri flokkin, tí við teimum eginleikum, ið krákan hevur, hevði hon hóskað sera væl fyri tann flokkin.
Sama kundi eisini verið sagt um fólkaflokkin, um hann hevði valt sær ravnin sum ímynd. Ein ógvuliga sigandi ímynd! Sanniliga.
Sjálvstýrisflokkurin nýtist sjálvandi onga ímynd, tí hann er ein skaploysingur!
Tað er einki undrunarvert, at hinir flokkarnir á tingi av øllum alvi royna at sáa misálit mótvegis javnaðarflokkinum við tí í hyggju at syndra hann.
Og tí var eisini sjálvstøðufráboðanin hjá honum móttikin soleiðis, sum hon varð.
Men vit skulu ikki leita so langt burtur í heimin áðrenn vit síggja eitt samveldi sum er sett saman av nógv størri eindum enn Føroyar, Grønland og Danmørk. Og her hugsi eg um Ongland, Skotland, Wales, Ulster og fleiri oyggjar har um leiðir. Men hóast Skotland sum hevur umleið 7 mió. íbúgvarar og Wales sum hevur millum 3 og 4 mió. í grundini hava minni sjálvstýri enn Føroyar við sínum 45.000 íbúgvum vilja hvørki av hesum londum kvetta við Ongland, sum er tað størsta og nógv fólkaríkasta landið í Stóra-Bretlandi.
Og felags fyri hesi bæði londini er, at sjálv stýrisrørslan er sera veik.
Hesar tjóðir ásanna týdningin av at vera saman í einari størri eind.
Eitt sindur øðrvísi er tað kortini við Ulster, tí har er ein katólskur minniluti, sum hevur ført eitt blóðugt stríð fyri at landsluturin skal sameinast við tað katólska Írland.
Men heldur ikki har er talan um nakað fullveldi.
Og so seint sum í fjør ella fyrra árið fingu heimligu tingini í Skotlandi og Wales loyvi til at útskriva skatt.
Har skuldi verið nakað at hugsa um.
Men bæði skotar og Wallisar eru eins stoltir av at nevna seg við teirra tjóðnøvnum og okkara sonevndu úrvals tjóðskaparfólk.
Tí tey verða ikki betri føroyingar um vit fáa eitt fullveldi eftir leistinum hjá nýggja oddamanninum hjá tjóðveldisflokkinum.
Men javnaðarflokkurin talar um eitt samveldi millum frælsar tjóðir á jøvnum føti, og har er munur á.
Tað áttu eisini okkara heimligu nalvaskoðarar at skilt.
Eg ivist kortini ikki í, at teir skilja tað skilagóða í hesum, men kortini vilja teir ikki víka seg frá sínum.
Teir eru eftir øllum at døma fongdir av teimum keðiligu sjúkum, sum nevndar vóru í byrjanini, og tað er sjálvandi spell.
Tí vil eg heita á føroyingar um at ansa sær og venda teimum bakið, meðan tíð er og latið ikki sjúkurnar smitta tykkum.
Fylkist um javnaðarhugsjónina og vísi frá tykkum snævurskygnið hjá teimum, sum nú leggja ráð um lagnu okkara úti í Tinganesi.
At enda skal eg siga, at eg kenni ongan trupulleika av at nevna meg føroying, og at eg eri stoltur av mínum føðilandi og mínum landsmonnum. Men eg kann leggja afturat, at eg eri nógv stoltari av okkara sjó- og fiskimonnum og okkara arbeiðsmonnum, -kvinnum enn summum av okkara sonevndu pennasleikjarum, sum annars halda nógv seg sjálvan - ja, í grundini meira enn væl er!
Jógvan Adolf Johannessen