Ein drúgv tilgongd fór fram, áðrenn Sameindu Tjóðir fyri nøkrum árum síðan samtyktu nýggjasta altjóða rættindasáttmálan. Hesaferð eydnaðist at semjast um sáttmálan um rættindi einstaklinga, ið bera brek.
Nú eru lond í heiminum farin at seta sáttmálan í gildi - og í hesi vikuni høvdu vit í Løgtinginum høvi at viðgera sáttmálan og royna at fáa hann settan í gildi í Føroyum. Ein nevnd við umboðum úr Uttanríkisráðnum, øðrum stjórnarráðum og umboðum frá MBF, hevur í meira enn hálvt annað ár arbeitt við at lýsa krøvini til føroyskar myndugleikar og hevur flutt sáttmálan í føroyskt mál. Nevndin hevur gjørt eitt gott arbeiði, hóast málsliga parturin tørvar eina køna hond afturat, og krøvini til nýggja lóggávu og broytingar tykjast íðan og lítið nágreinað enn.
Sama rætt og frælsi at virka, velja og virðast
Talan er um ein sáttmála, sum byggir á m.a. sjálvan stovningarsáttmálan hjá ST, á altjóða mannarættindayvirlýsingina, á sáttmálan um búskaparlig, politisk og mentanarlig rættindi, á sáttmálan um rættindi barna og fleiri aðrar altjóða sáttmálar.
Grundleggjandi byggir hann á somu algildu virðir, sum aðrir av sáttmálum ST's: At hvørt einstakt menniskja hevur somu grundleggjandi virðir og rættindir, og at øll eiga dygdir, uttan mun til hvussu vit eru fødd, ella hvussu lagnan hevur lagt okkara leiðir.
Sáttmálin ásetur krøv til samfelagið, sum kunnu geva øllum sama rætt og frælsi at virka, velja og verða vird. Alt frá rættinum til samskifti, atkomumøguleikar, útbúgving, bústað, arbeiði, virkna luttøku í samfelagnum - og ikki minst: Rættin til privatlív og ymiskleika og verju móti mismuni í øllum almennum viðurskiftum.
Sáttmálin leggur somuleiðis dent á, at talan er ikki um serrættindi, men um somu rættindi sum onnur, og at serlig atlit skulu takast til einstaklingar og samfelagsbólkar, sum kunnu vera fyri margmismuni - t.e. sum bæði bera kropsligt ella sálarligt brek, men eisini vegna sítt kyn, sín húðalit, sín aldur ella sína sannføring og persónleika, hava skerd rættindi og virðing í samfelagnum.
Frá orði til atgerð
Lopið frá teimum frálíku og væl orðaðu málunum í ST-sáttmálanum til ítøkiligar broytingar í samfelagnum, er sjálvsagt stórt og vítt. Í uppskotunum frá nevndini, ið hevur viðgjørt hann í Føroyum, er dentur lagdur á, at ein røð av lógarbroytingum skulu gerast, og at hagtøl og skjalfestingar regluliga skulu útvegast um veruligu støðuna í Føroyum. Hartil verður dentur lagdur á virðis- og upplýsingarátøk í skúla og samfelag, sum støðugt skulu fremjast.
Undir viðgerðini á Løgtingi komu fleiri góð uppskot um, hvussu sáttmálin beinanvegin kann fylgjast upp við ítøkiligum átøkum. John Johannesen úr Javnaðarflokkinum helt, at ein virkisætlan átøk henni, sum gjørd er á orkuøkinum: "Skjótt syftir seiðir og tunga takið" - eisini eigur at gerast viðvíkjandi framtøkum fyri tey, ið bera brek. Altso at skjóta upp, hvat kann gerast skjótt og hvat tekur drúgva tíð. Eitt gott hugskot.
Undirritaði førdi fram, at vit eiga at seta sum krav til øll lógaruppskot á tingi yvirhøvur, at tey skulu lýsa avleiðingar fyri fólk, ið bera brek og fyri javnstøðu, eins og krøv longu er í dag um, at lógaruppskot skulu lýsa fíggjarligar, vinnuligar, umhvørvisligar, sosialar og økisligar avleiðingar. Rættindi hjá førleikaskerdum eiga at verða eitt eins innvovið og náttúrligt atlit í øllum almennum átøkum og lógum, sum onnur atlit, ið vit arbeiða við í dag.
Eisini viðgjørdu vit eitt nú rættin til samskifti. Hví læra vit tildømis ikki øll teknmál - í hvussu er so dánt, ella grundreglurnar - í fólkaskúlanum?
Altjóða eftirlit og kærumøguleiki
Saman við ST-sáttmálanum er eisini gjørt eitt sonevnt "Sjálvboðið frumskjal", har einstøku londini kunnu velja at binda seg til, at einstaklingar kunnu kæra til eina serliga ST-nevnd, um teir hava troytt allar møguleikar í sínum landi at fáa sín rættindi viðurkend.
Uttanríkisráðið hevur mælt til, at Føroyar eisini ganga undir hetta sjálvbodna frumskjalið, og tað taka vit í Tjóðveldi sjálvsagt fult undir við, eins og vit arbeiddu fyri, tá vit umsótu málið í landsstýrinum. Altjóða sáttmálar fáa ikki fult virði og broytingarmegi, um vit ikki samstundis vilja standa til svars mótvegis altjóða stovnum og eftirmetingum. Tó er sera ivasamt, um hetta frumskjalið verður sett í gildi fyri Føroyar, tí Danmark vil ikki seta hendan partin í gildi - og tað er gjøgnum Danmark, at hesin sáttmálin er ætlaður at galda fyri Føroyar. Tí verður nú ein veruligur royndarsteinur, hvørt samtykt Løgtingsins fær gildi, tí eg ivist ikki í, at eitt samtykt Løgting fer at taka undir við bæði sjálvum sáttmálanum og sjálvbodna frumskjalinum.
Vit hava allar fortreytir at ganga undan
Samanumtikið kann ST-sáttmálin um rættindi einstaklinga, ið bera brek, gerast eitt veruligt markaskjal í føroyskari samfelags- og rættarsøgu. Hann eigur at verða lopfjølin hjá okkum øllum at siga: Vit vilja ganga fremst millum heimsins tjóðir, tá ræður um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Vit hava allar fortreytir fyri at gera tað í einum gjøgnumskygdum samfelag, har ongin kann skjúgvast av vegnum uttanfyri eygu okkara, men har vit kenna hvønn einstakan og kunnu virða dygdirnar og íbornu tignina hjá øllum.
Hetta er ein víðsjón, sum higartil er borin av einstøkum eldsálum, avvarðandi og starvsfólki almennu skipanunum. Hendan víðsjónin skal nú eisini gerast politisk ábyrgd hjá øllum myndugleikum í landinum - hóast tað fer at taka tíð og krevja stór tøk.
Doris Hansen skrivaði frálíku bókina, "Søgan um hini", um stríðið hjá eldsálunum, tá ein partur av teimum, ið bera menningarbrek, sluppu heim til Føroya, heldur enn at verða flutt út um okkara sjónarring.
Nú er stundin komin, at vit sláa rimmarfast, at søgan um hini, er søgan hjá okkum øllum.