Myndirnar, vit prenta í blaðnum í dag, eru søguligar, hóast tær eru spildurnýggjar og tiknar seinasta leygardag í Svínoy.
Tað er Helgi Mortensen, sum hevur tikið og eigur myndirnar.
Saman við øðrum var hann í Svínoy í føðingardegi seinasta vikuskifti, tá ið ein lítil grind legði beinini.
Vit fregnaðust
Sunnudagin, tá ið Sosialurin frætti, at nakrir hvalir høvdu lagt beinini í Svinoy, ringdu vit fyrst á løgreglustøðina í Klaksvík fyri at fregnast.
Jú, teir høvdu hoyrt um, at nakrir hvalir helst einir 5 í tali, høvdu svomið sær upp á land í Svínoy.
- Men vit hava einki havt við hetta at gera, segði løgreglumaðurin, vit tosaðu við.
Í hesi løtu vistu vit einki um, hvørt grind áður er deyð í Svínoy. Tað kundi jú verið, at grind í sínari tíð er hildin til í oynni.
Vit tóku telefonina og ringdu til eitt tilvildarligt telefonnummar í oynni, Eyðun Jacobsen.
Hetta var um 18-tíðina seinasta sunnukvøld. Ein blíð kvinna tók telefonina og fortaldi, at húsbóndin var ikki inni, men bleiv aftur um 19-tíðina ella so.
Vit fregnaðust eitt sindur um grindina.
- Jú, nakrir hvalir eru deyðir, men legði kvinnan blídliga aftrat: Ringið aftur um eina løtu, tí Eyðun veit betur at siga frá.
Hon fortaldi, at henni kunnugt hevði bert ein hvalur áður lagt beinini í Svínoy og tað eru nógv ár síðan.
Hittu mannin!
Vit høvdu ikki tol at bíða.
Leitaðu aftur í telefonbókini, og nú duttu vit á navnið, Jógvan Joensen.
Jú, Jógvan tók telefonina, og hann var bæði blíður og tíðindafróður.
Hann visti at siga, at fimm hvalir høvdu lagt beinini í Svínoy.
- Eg eri 81 ára gamlur og veit bert einaferð um, at ein hvalur áður hevur lagt beinini her úti; hesin hvalurin svam sjálvur upp á land, og tað var eg, sum skar hann á háls. Eg haldi, tað eru eini 30 ár síðan.
Jógvan greiddi frá, at hóast hann var maðurin, sum
einsamallur gjørdi enda á hvalinum, mundi meginparturin av bygdarfólkinum fáa bæði tvøst og spik.
- Hesin hvalurin var eini 4-5 skinn, so hann mundi røkka til meginpartin av fólkinum, sum tá var í oynni.
Hann sigur, at tá ið hvalurin á sinni gjørdi landgongd, var nokso nógv brim í Svínoy.
- Hann kom niðan gjøgnum eina møl, og eg leyp oman og skar hann á háls, sigur Jógvan.
Spakir hvalir
Og leygardagin hendi tað so aftur, og aftur hesaferð var Jógvan Joensen við á støðni.
Tað var ein nátabátur, sum fann grindina á Svínoyarvík, og tað gekk væl at fáa fatur á henni.
Jógvan sigur, at teir høvdu bert ein sóknarongul niðri á støðni, men tað var eingin trupulleiki, tí hvalirnir vóru so spakir, at líkt varð til, at teir bíðaðu eftir tørni at vera tiknir, sum hann tekur til.
- Ja, tað hevði ikki verið stórt øðrvísi, um teir vóru tamir, leggur hann aftrat.
Ein lastbilur, sum er í oynni, hjálpti til at hála hvalirnar niðan frá, og alt gekk av tí besta.
Hann heldur, at teir fimm hvalirnir, sum vórðu býttir millum grindamenninar og bygdarfólkið annars, vóru millum 4 og 6 skinn hvør.
- Grindin kemur væl við, og nú so lítið fólk býr í oynni, hevur hvørt húskið fingið nógva grind. Vit eru glað fyri grindina. Vit hava kókað av henni, og hetta er óføra góð grind, sigur Jógvan.
Ein er eldri
Jógvan Joensen er sum nevnt 81 ára gamalur. Hann er næst elsta fólkið í Svínoy. Eitt fólk er í oynni, sum er trý ár eldri enn hann.
Spurdur, hvat hann hevur fingist við gjøgnum lívið, sigur Jógvan, at hann var sjómaður og sigldi við trolara síni bestu ár.
- Pápi min, Jóannes, var bóndi, og vit høvdu ein 6 marka garð, sum tá var tann størsti í oynni. Festið bar einar 200 seyðir.
Jógvan Joensen vaks upp saman við kríatúrum, og hann var eini 35 ára gamalur, tá ið hann fór at fáast við garðin burtur av.