Søgulig løta á Argjum

Tá TB misti stig, samstundis sum AB greiddi sína skyldu, eru argjamenn nú fyri fyrstu ferð nakrantíð á odda í aðru deild

AB er fyri fyrstu ferð í 31 ára gomlu søgu felagsins á odda í aðru deild. Leygardagin hevði AB heimadyst móti VB, sum enn ikki hevur vunnið dyst í ár.
Og hóast fortreytirnar gjørdust góðar hjá VB, sum dysturin leið, so fingu teir heldur einki burtur úr á Argjum. Eyðun Samuelsen hevði við tveimum perlum lagt heimaliðið upp á 2-0, men upplagdi stórsigurin fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá Hans Jørgen Djurhuus longu um miðjan fyrra hálvleik varð rikin av vølli.
Hóast hetta, so megnaði AB at halda fast um leiðsluna gjøgnum at kalla allan dystin, men við bara níggju minuttum eftir at spæla minkaði VB tó um munin við einum máli frá Sigmundi Mikkelsen. Hetta fekk vágbingarnar at spenna álopsbogan, og so kundi Ragnar Poulsen staðfesta AB sigurin. Samstundis komu boð úr Sumba um, at TB hevði mist stig á Krossinum, og so var frøin stór á Argjum.
TB hevði annars góð kort á hondini í Sumba. Talan var um ein lívligan dyst, har álopini skolaðu báðar vegir, men tá TB í seinna hálvleiki fekk tillutað brotsspark, tóktist sigurin vera teimum heilt nær. Ikki minst tá sumbingar samstundis fingu mann riknan av vølli.
Tvørámenn mundu tó halda ondini, tá Einar Petersen misnýtti brotssparkið, men retururin fall eisini til hansara, og tá misnýtti hann ikki.
Við einum manni í undirtali eydnaðist tó Sumba at javna, tá Hallur Dam Joensen høgdi bóltin úr 25 metrum upp í krókin. Báðir partar royndu eftir hetta at finna eina avgerð, men tað eydnaðist ikki, og so stóð greitt, at TB hevði mist oddasessin.
Talan var eisini um steypadyst, nú bygdastevna var í Sumba, og eftir brotssparkskapping kundu heimamenninir fegnast um, at teir fingu eitt steyp á degnum.
Eisini B71 misti týðandi fet, tá teir vitjaðu í Leirvík. Leirvíkingar hava koyrt við fullari ferð síðani summarsteðgin, og í hesa ferð gjørdist talan so um fjórða sigurin á rað. Petur Sjúrðaberg skoraði einasta málið í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki, og við hesum er LÍF nú partur av breiða miðjufeltinum, eftir at teir alla fyrru hálvu vóru í stórum niðurflytingarvanda.
FS Vágar vunnu tryggan sigur, tá saman um kom, tá B36 vitjaði. B36 var annars á odda í steðginum, men í seinna hálvleiki vendi myndin fullkomuliga. Fýra ferðir skoraði heimaliðið, soleiðis at teir nú aftur eru nær bronsumerkjunum. Tað er annars vert at leggja til merkis, at ein av málskjúttunum hjá heimaliðnum var Tór-Ingar Akselsen. Hann hevur verið staddur uttanlands hetta kappingarárið, men nú er hann aftur komin á klettarnar, og einki er at ivast í, at hann fer at vera góður styrkur hjá FS Vágum seinast dystirnar í kappingini.
Seinasti dysturin hetta umfarið var í Hvalba, har KÍ vitjaði, og gjørdi Alexandar Radosavljevic bart. Ikki færri enn fýra ferðir var hann rætti maðurin á rætta staðnum, og so munaði tað lítið hjá KÍ, at teir minkaðu munin í 4-1.

Úrslitini
AB-VB 3-1 (2-0)
1-0: Eyðun Samuelsen
2-0: Eyðun Samuelsen
2-1: Sigmund Mikkelsen
3-1: Ragnar Poulsen

Sumba-TB 1-1 (0-0)
0-1: Einar Petersen
1-1: Hallur Dam Joensen

LÍF-B71 1-0 (0-0)
1-0: Petur Sjúrðarberg

FSV-B36 4-1 (0-1)
0-1: Tummas Hans Rubeksen
1-1: Jákup Joensen
2-1: Sonni Johansen
3-1: Tór-Ingar Akselsen
4-1: Jákup Joensen

Royn-KÍ 4-1 (4-0)
1-0: Alexandar Radosavljevic
2-0: Alexandar Radosavljevic
3-0: Alexandar Radosavljevic
4-0: Alexandar Radosavljevic
4-1: David Bertholdsen