Søguliga stórt tónleikabrak á Vágseiði í kvøld

Um eina løtu fara stór nøvn á pall, og fólk úr øllum landinum hava leitað sær til Vágs í kvøld.

Tað, tykist sum hevur tiltakið Rockland rakt seymin á høvdið við tiltakinum, sum í kvøld er á Eiðinum í Vági.

 

 

Tað hevur gingið sera væl við forsøluni til Rockland, og ein nokkso stórur partur er seldur norðanfjørðs. Við øðrum orðum hevur tað eydnast at vakt forvitnið hjá fólki uttanfyri Suðuroynna, so at tey leita sær til Suðuroyar í kvøld.

 

 

Og tað eru eisini stór nøvn, ið fara á pall í høllini í Vági. Í øllum førum, um ein spyr yngra ættarliðið. Talan er um Topgunn, Kidd og føroysku Swangah.

 

 

Tað er ikki á hvørjum degi, at slíkt tiltak er í útjaðaranum. Og tí er tað merkisvert, at tað tykist av álvara at hava fingið hetta at bera til, og at fáa onnur enn bert fólk í økinum, suðuroyingar, at leitað sær til Rockland. Eisini hóast tiltakið fyri fleiri kanska liggur heldur fjarskotið.

 

 

Um ein løtu fara Topgunn, Kidd og Swangah og DJ Gajoe á pall.