Tað verður fyrstu ferð í søguni, at danir skulu velja nýggjar limir í Fólkatingið, kommunustýrini og amtsráðini sama dag.
Tann støðan er serlig, segði Poul Nyrup Rasmussen, tá hann á tíðindafundi í Forsætisráðnum á middegi í gjár almannakunngjørdi avgerðina um at skriva út nýval til Fólkatingið.
- Men tað er eisini ein nýggj og serstøk støða, vit eru í, segði forsætisráðharrin og sipaði til yvirgangin í USA, kríggið í Afghanistan og ótryggu støðuna, sum hevur valdað síðani yvirgangsálopini í september.
- Í einari truplari tíð hava vit brúk fyri einum nýggjum og styrktum mandati. Tað er okkara áheitan á donsku veljararnar, segði Poul Nyrup Rasmussen.
Ikki óvæntað
Søgurnar um eitt fólkatingsval 20. september hava gingið sum heitt breyð hesa seinastu vikuna, og tey flestu roknaðu við, at Nyrup fór at taka endaligu avgerðina heilt skjótt.
Valstríðið er tí at kalla byrjað í Danmark, longu áðrenn valið er útskrivað, og hetta er ein av orsøkunum til, at forsætisráðharrin gjørdi av at skriva út nýval.
- Eg havi hugsað um hetta. Havi vigað fyrimunir og vansar. Og tað er mær greitt, at Danmark hevur ikki brúk fyri trimum til fýra mánaðum, sum uttan iva fara at verða merktir av valstríði. Tað er ikki gott fyri avgerðirnar, sum skulu takast. Tað er ikki tað besta, sum vit kunnu gera fyri Danmark. Tí haldi eg tað vera best at áseta ein felags valdag fyri Fólkatingið, kommunurnar og amtini,, segði Nyrup sum grundgeving fyri at skriva út valið nú.
Yvirgangur verður tema
Veljarakannignarnar seinastu vikuna hava uttan iva eisini vigað tungt, tá ið Nyrup gjørdi av at skriva út nýval. Sambært teimum liggur danski Javnaðarflokkurin betri fyri nú, enn hann hevur gjørt líka síðani seinasta fólkatingsval í 1998. Ein av orsøkunum til hetta er handfaringin hjá stjórnini av støðuni síðani yvirgangsálopini í september. Nyrup fær toppkarakter frá donsku veljarunum, og hann vil hava ágóðan av hesum viðrákinum, áðrenn tað er ov seint.
Nyrup nevndi tí beinleiðis yvirgangin, kríggið og ótryggu støðuna fleiri ferðir, tá hann helt tíðindafundin í forsætisráðnum.
Stjórnin ætlar at leggja fleiri lógaruppskot fram komandi tíðina, sum skulu gera tað lættari at avdúka yvirgangsfólk og herða revsingina fyri yvirgang. Eisini skulu lógirnar um innflytning gerast strangari. Eisini skal fíggjarlógin fáast uppá pláss í einari tíð, har heimsbúskapurin er viknaður nógv og vandin fyri niðurgangstíðum er stórur. Tað eru hesi tiltøkini, sum Poul Nyrup Rasmussen millum annað vil hava fólksins stuðul til á komandi fólkatingsvalinum.
Um hetta fer at eydnast skal vísa seg 20. november, men í øllum førum er tað ein vandamikil avgerð, forsætisráðharrin hevur tikið. Veljarakanningar eru svikaligar, og stjórnin skal saman við stuðulsflokkunum taka seg nógv fram í valstríðnum, skal hon gera sær nakrar vónir um at halda fram eftir valið.