Hondbóltur
Lat tað bara verða sagt alt fyri eitt. Tað vóru fleiri klassar á muni, tá Stjørnan sunnudagin vant burtur úr Neistanum.
Hóast oddaliðið er nakað skert, nú hvørki Joan Midjord Djordjevic ella Lise Hjort Hansen eru tøkar, so megnaðu tær so ruddiliga at staðfesta sína støðu sum sterkasta liðið í landinum. Eisini hóast dysturin var á útivølli móti liðnum, sum undan dystinum var nummar tvey á talvuni.
Punkteraðu
At sigurin gjørdist somikið stórur, hevði sjálvandi sínar orsøkir. Ein tann størsta var helst, at Neistin rættiliga skjótt fór í panikk, tá spælið eina løtu ikki gekk eftir vild. Seinastu 21 minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði Neistin bert tvær ferðir. Partvíst tí Stjørnan veruliga fekk verjuspælið at koyra hesa løtuna, men so sanniliga eisini, tí tær bláu ferð eftir ferð skutu upp á 70 ella 80% møguleikar, og tað vórðu tær so ruddiliga revsaðar fyri. Og tað mundi heldur ikki betra um støðuna, at Ása á Neystabø í løtuni er úti við skaða, og at Elin Staksund noyddist sama veg undir dystinum.
Hjá Stjørnuni var tað hugaligt hjá venjaranum at staðfesta, hvussu væl Durita Ljósstein fall inn á plássið sum miðspælari. Hetta er ikki hennara náttúrliga útgangsstøði, men við góðum fríspælingum inn á strikuni noyddi hon Neistan at verja nógv flatari, og tað gav veruliga pláss til sterku skjúttarnar hjá Stjørnuni.
Ræðandi styrki
Líka mikið, um talan var um kollektivan niðurtúr hjá Neistanum, so prógvaði dysturin eina mest sum óhugnaliga styrki hjá meistarunum úr Stjørnuni. Kropsliga og tekniskt hava tær fleiri gear enn hini liðini, og tað gevur meistarunum eitt vápn, sum ikki bara kann verjast ella stríðast burtur. Og við skothóttanum av at kalla øllum plássum, er heldur ikki so sera einfalt hjá mótstøðuni at steðga teimum.
Sunnudagin royndi Neistin eina løtu við mansverju av Simonu, men eisini tann partin var Stjørnan fyrireikað uppá, og við fleiri flottum screeningum megnaðu tær kortini at geva pláss til toppskjúttan.
So enn sum áður er myndin, at Stjørnan er í einum flokki fyri seg. Og enn sum áður snýr spenningurin seg um, hvør skal fylgja teimum í finaluna. Ein dystur, sum VB nú tykist hava bestu kortini í.
Fakta um dystin
Neistin-Stjørnan 17-32 (6-15)
10 min: 4-5
20 min: 4-11
40 min: 10-20
50 min: 14-25
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 5(1), Unn Jónsdóttir Kragesteen 4, Rakul Magnussen 3(2), Ása Christiansen 2, Anja Heinadóttir 1, Marjun Danberg 1
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen