Søguligur HM-sigur

Hondbóltur: Føroyska U21-landsliðið vann fyrsta dystin í HM-endaspælinum í Algeria.

Føroyska U21-landsliðið hjá monnum vann í dag fyrsta HM-dystin í søguliga HM-endaspælinum, sum teir í hesum døgum luttaka í í Algeria. Føroyar var favorittur og vann eisini 31-28 ímóti Kili.


Tað vóru nervar at hóma á føroyska liðnum fyrstu løtuna. Hóast spælið var í lagi, so vórðu stórir málmøguleikar misnýttir, og hetta førdi til at Kili fylgdi væl við fyrstu løtuna og tað stóð á jøvnum.


Miðskeiðis í fyrra hálvleiki eydnaðist tað tó Føroyum at leggja seg á odda 7-4. Hesa løtuna var spælið gott, og Kili gjørdi mistøk, men mótstøðuliðið fótaði sær aftur og vann seg upp aftur á javnt 8-8.


Føroyar stóðu seg betur seinastu løtuna undan steðginum. Sonni Larsen, venjari, tók timeout, og føroyska verjan fekk skil á vandamiklasta leikaranum hjá Kili. Føroyar fóru til hálvleiks á odda 14-12.


Tað var ein dreymabyrjan, sum Føroyar fingu upp á seinna hálvleik. Tvey skjót mál syrgdu fyri einari 16-12-leiðslu, men teir úr Kili skuldu vísa seg at vera truplir at rista av sær.


Serliga var tað vinstri bakkur teirra, Reinaldo, sum skeyt nógv mál og helt teir inni í dystinum, meðan tað gekk heldur upp og niður hjá Føroyum, sum tó alla tíðina varðveitti leiðsluna.


Føroyar vóru ávegis stórsigri nakrar ferðir, men Kili dugdi væl at revsa føroysk mistøk og fekk nøkur skjót mál. Endin var, at Føroyar – uttan at spæla upp til sítt allarbesta – vann 31-28.


Samrøður o.a. frá søguliga HM-sigrinum verður at lesa og hoyra á in.fo seinnapartin.


Føroyar – Kili 31-27 (14-12)


Málskjúttar: Kjartan Johansen 5 (2), Jónas G. Djurhuus 5 (1), Áki Egilsnes 4, Helgi H. Hoydal 3, Pætur Mikkjalsson 3, Rói B. Hansen 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Sjúrður Olsen 2, Fríði Weyhe 1, Teis Horn Rasmussen 1, Pætur Johansen 1


Niðanfyri sæst beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum:


Liðugt: Føroyar hava vunnið 31-28 – søguligur sigur!


58min.: 31-28 til Føroyar.


58min.: 31-27 til Føroyar. Málverjin hjá Kili bjargar brotskasti frá Jónasi G. Djurhuus, men Føroyar fáa fatur á bóltinum, og Kjartan Johansen skorar.


57min.: 30-27 til Føroyar. Helgi H. Hoydal skorar av strikuni, men Kili svarar aftur beinanveg.


54min.: 29-26 til Føroyar. Vit misnýta tvífaldan møguleika og Kili tekur av.


53min.: 29-24 til Føroyar. Áki Egilsnes tekur sakina í egnar hendur.


52min.: 28-24 til Føroyar. Fyrst mál í opnum spæli og so eitt mál upp á brotskast. Nú mugu vit aftur ansa okkum.


51min.: 28-22 til Føroyar. Helgi H. Hoydal skorar.


50min.: 27-21 til Føroyar. Reinaldo hjá Kili hevur nú skotið níggju mál.


50min.: 27-20 til Føroyar. Kili minkar niður í fimm, men Pætur Mikkjalsson og Hilmar Leon Jakobsen geva okkum luft aftur.


46min.: 25-17 til Føroyar. Vakurt uppspæl og Áki Egilsnes setur krúnuna á verkið.


45min.: 24-16 til Føroyar. Skrædl. Vestmenningarnir Áki Egilsnes og Sjúrður Olsen.


43min.: 22-16 til Føroyar. Pætur Mikkjalsson verður hegnisliga spældur leysur á strikuni.


42min.: 21-16 til Føroayr. Hørður Trygvason kemur í føroyska málið at royna at bjarga einum brotskasti, men tað eydnast ikki.


41min.: 21-15 til Føroyar. Kjartan Johansen er við at spæla seg heitan á høgra vongi.


40min.: 20-14 til Føroyar. Kjartan Johansen eftir frálíkt uppspæl út á vongin og Helgi H. Hoydal eftir mótálop. Kili tekur timeout.


37min.: 18-14 til Føroyar. Kjartan Johansen skorar upp á brotskast.


33min.: Føroyar hava gjørt eitt tekniskt mistak og nú misnýtt góðan málmøguleika.


33min.: Føroyski málverjin, Niklas Simonsen, fremur sína aðru stórbjarging í seinna hálvleiki.


32min.: 16-13 til Føroyar. Kili skorar sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki.


31min.: 16-12 til Føroyar. Gott innspæl inn á strikuna, har Helgi H. Hoydal skorar, og so skorar Sjúrður Olsen av vonginum. Framúr byrjan upp á seinna hálvleik.


Hálvleikur: Føroyar er á odda 14-12 í hálvleikssteðginum.


29min.: 14-12 til Føroyar. Kili skorar.


29min.: 14-11 til Føroyar. Brandur Halgirsson fær tveir minuttir.


24min.: 12-9 til Føroyar. Tað er góð ferð á føroyska spælinum, og Hilmar Leon Jakobsen ger arbeiðið liðugt. Kili tekur timeout.


23min.: 11-9 til Føroyar! Jónas G. Djurhuus við undirhondskoti og so vongleikarin Rói Berg Hansen.


22min.: 9-9. Spælskiparin hjá Kili snýtir føroysku verjuna.


22min.: 9-8 til Føroyar. Gott føroyskt uppspæl beint eftir timeout, og Áki Egilsnes skorar av vonginum.


21min.: 8-8. Kili javnar, og Føroyar taka timeout.


20min.: 8-7 til Føroyar. Jónas G. Djurhuus fær mál, men Kili hevur lúrt, at Føroyar spældu uttan málverja, og teir vóru nóg kvikir at skjóta bóltin í tóma málið.


20min.: 7-6 til Føroyar. Kjartan Johansen hevur fingið tveir minuttir.


18min.: 7-5 til Føroyar. Kili fær mál umvegis brotskast.


15min.: 7-4 til Føroyar. Fríði Weyhe langar bóltin í mál av vinstra bakki.


14min.: 6-4 til Føroyar. Aftur brotskast til Føroyar, og hesaferð skorar Jónas G. Djurhuus.


13min.: 5-4 til Føroyar. Kjartan Johansen skorar upp á brotskast, og nú bjargaði føroyski málverjin, Niklas Simonsen, einari roynd hjá Kili.


12min.: Teis Horn Rasmussen fær tveir minuttir.


12min.: 4-4. Fleiri upplagdir møguleikar hava verið misnýttir, men nú skeyt Rói B. Hansen eitt frálíkt mál av vonginum.


8min.: 3-3. Kili leggur seg á odda, men Jónas G. Djurhuus svarar aftur við skoti útifrá.


6min.: 2-2. Føroyar hava rakt bæði stong og yvirliggjara.


4min.: 1-1! So er fyrsta føroyska málið skotið. Helgi H. Hoydal er farin út við einum snuddi í andlitið, og avloysari hansara, Pætur Mikkjalsson, skoraði nærum alt fyri eitt.


3min.: 1-0 til Kili. Føroyar hava verið í álopi tvær ferðir, men enn hava okkara menn ikki funnið vegin til málið.


Føroyska byrjunaruppstillingin: Niklas Simonsen, Pætur Thomsen, Áki Egilsnes, Hilmar Leon Jakobsen, Helgi H. Hoydal, Teis Horn Rasmussen og Rói Berg Hansen.


Undan dystinum: Dómaraparið í dag er úr Algeria


Undan dystinum: Í løtuni runga tjóðsangirnir í høllini, so tað fer at líða væl at søguligi dysturin veðrur settur í gongd.


Undan dystinum: Ein av profilunum á føroyska liðnum, Áki Egilsnes, hevur føðingardag í dag. Hann fyllir 21 ár.